7359.13 - Mállæra


Skeiðsnummar
7359.13
Heiti
Mállæra
ECTS
11
Fortreytir
Treytin fyri taka skeiðið er, at tann lesandi hevur staðið tvey ára lestur á Námsvísindadeildini.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at geva teimum lesandi fatan av bygnaðinum í føroyskum orðalagi, hvussu orð og liðir í setningum laga seg hvør eftir øðrum umframt, at tey lesandi læra at greina setningar og rætta tekst málsliga
Innihald
Innihaldið í skeiðinum fevnir um: • orðalagslæru • bendingarlæru • rættskrivingingarreglur • málbót
Læru- og undirvísingarhættir
Tey lesandi skulu arbeiða við: • at greina setningar, fáa greiðu á bendingarmynstrum, rætta næmingaavrik, bøta um mál í skrivligum avrikum • didaktiskum spurningum um, hvussu undirvíst verður í føroyskum máli á ymsum stigum í fólkaskúlanum Undirvísingin skiftir millum: • lærarastýrda undirvísing • fyrilestrar • skrivligar og munnligar venjingar • bólkaarbeiði
Læruúrtøka
Tey lesandi skulu vísa: • at tey duga at greina setningar • at tey duga føroyska bendingarlæru • at tey duga at greiða frá ymsum stíllegum • at tey duga at brúka føroyskar stavsetingarreglur Við hesari vitan skulu tey lesandi sýna: • at tey duga at rætta skrivlig næmingaavrik • at tey duga at greiða frá rættingunum • at tey duga at brúka ymisk háttaløg í málsligari frálæru
Próvtøkuháttur
Munnlig próvtøka við fyrireiking Uppgávan er í trimum pørtum. 1 setningagreining 2 eitt mállæruevni 3- ein tekstur at bøta
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Jonhard Finnleif Mikkelsen