7361.13 - Starvslæra í linjuni í føroyskum


Skeiðsnummar
7361.13
Heiti
Starvslæra í linjuni í føroyskum
ECTS
5
Endamál
Málið við starvsvenjingini er at royna undirvísing í føroysklærugreinarligum evnum í verki.
Innihald
Starvslæran fevnir um 20 undirvísingartímar í tvær vikur í mars. Vikurnar framman undan starvslæruni leggja tey lesandi undirvísingarskrá til rættis. Undirvísingartilfarið miðar eftir at royna ymisk grundleggjandi faklig amboð í verki.
Læru- og undirvísingarhættir
Starvslæra, vegleiðing
Læruúrtøka
Í starvsvenjingini skal hin lesandi vísa, at hon ella hann megnar • at miðla sína fakligu vitan • at brúka faklig amboð saman við næmingunum • at brúka ymsar arbeiðshættir • at leggja undirvísingina á eitt hóskandi torleikastig
Próvtøkuháttur
Góðkend starvslæra
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Vár í Ólavsstovu