7391.15 - Almenn mállæra, bendingarlæra og setningafrøði


Skeiðsnummar
7391.15
Heiti
Almenn mállæra, bendingarlæra og setningafrøði
ECTS
8
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á Námsvísindadeildina
Endamál
Málið við skeiðinum er, at tann lesandi fær kunnleika til og hevur førleikan at: 1. Greina setningar niður á orðastig 2. Seta føroyskt í ein málsøguligan samanhang 3. Kenna ljóðliga grundarlagið undir framburði av føroyskum 4. Eyðkenna bendingarmynstur og bendingarformar 5. Kenna reglur og uppruna fyri stavseting 6. Kenna aftur siðvenju í sambandi við navnagávu
Innihald
Skeiðið er ein gjøgnumgongd av ymsu tættunum í mállæru og málkunnleika
Læru- og undirvísingarhættir
Skift verður millum fyrilestrarlíknandi dialogiska frálæru, bólkaarbeiði og studentaframløgur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi hava ognað sær kunnleika til at vísa á, greiða frá, meta um og leggja til rættis frálæru og frálærutilfar í almennari mállæru, bendingarlæru og setningafrøði. Tann lesandi skal somuleiðis ogna sær førleikan at málbera seg neyvt og rætt í samsvari við tær málsligu reglur, sum eru galdandi í føroyskum og kenna reglurnar fyri rættskriving.
Próvtøkuháttur
Ein skrivlig próvtøka á 4 tímar.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Vár í Ólavsstovu