7395.15 - Barna- og ungdómsbókmentir


Skeiðsnummar
7395.15
Heiti
Barna- og ungdómsbókmentir
ECTS
5
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður til lestur á Námsvísindadeildini
Endamál
Málið við skeiðinum er at lýsa føroyskar barna- og ungdómsbókmentir úr einum frálærufrøðiligum sjónarhorni. Tey lesandi skulu fáa førleika og amboð at lýsa ymiskar læringarhættir og vísa á, hvørjir læringarmøguleikar eru í bókmentunum, og hvørji eyðkenni síggjast aftur og eru umboðað í hesum skaldskaparsløgum.
Innihald
Skeiðið er ein gjøgnumgongd av barna- og ungdómsbókmentum úr bókmentaligum og lærugreinarfrálærufrøðiligum sjónarhorni. Dentur verður lagdur á føroysku barna- og ungdómsbókmentirnar og týdningin, ið hesar bókmentir hava í samfelagnum. Søguliga gongdin verður lýst, og víst verður á ymisk rák, ið hava ávirkað hesar bókmentirnar, bæði her heima hjá okkum og úti í heimi. Lisnar verða ymisk tekstasløg, so sum myndabøkur, rím, skaldskapur av mannamunni, realistiskar og fantastiskar bøkur, eins og raðbøkur og ungdómsbøkur. Ástøðiligi parturin fevnir um fatanina av skaldskaparsløgunum, bæði fyrr og nú, og hvussu granskað verður innan hetta økið. Tey lesandi skulu gerast tilvitað um, at ymisk tekstasløg krevja ymiskar lesihættir, og tey skulu ogna sær evnini at meta um, hvørja tekstmóttøku ávísir tekstir kunnu fáa hjá næmingunum og at leggja undirvísingina til rættis við tí í huga. Tann lesandi skal kunna við støði í lærugreinaligarfrálærufrøðini greina og tulka tekstir úr øllum sjónarhornum og øllum lesihættum.
Læru- og undirvísingarhættir
Skift verður millum fyrilestrarlíknandi dialogiska frálæru, bólkaarbeiði og studentaframløgur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi duga at vísa á, greiða frá, meta um og leggja til rættis frálærutilfar og frálærugongdir í hesum bókmentunum. Eisini skal hon/hann duga at meta um fakligu dygdina í valda tilfarinum, og hvørji háttaløg eru egnað ella ikki egnað til valda frálærutilfarið og undirvísingargongd.
Próvtøkuháttur
Talan er um bólkaframløgur.Tey lesandi skulu leggja eitt verk fram, ið tey sjálvi velja í samráð við undirvísaran. Tey lesandi skulu í framløguni vísa, at tey duga at meta um og greiða frá verkinum sum serligt tekstaslag. Tey skulu greina og tulka verkið og seta tað inn í ein sjangru- og ráksamanhang, har ið tey vísa á serlig eyðkenni fyri júst tað valda verkið. Lærugreinarfrálærufrøði skal vera ein partur av framløguni, har ið greitt verður frá, hvussu valda verkið kann brúkast í undirvísingini í fólkaskúlanum
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lesandi fáa lestrarlistan, tá ið skeiðið byrjar
Ábyrgd
Lydia Didriksen