7460.13 - Lívfrøði og náttúrusøga í Náttúru og Tøkni


Skeiðsnummar
7460.13
Heiti
Lívfrøði og náttúrusøga í Náttúru og Tøkni
ECTS
15
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á Námsvísindadeildini, ella hevur staðið læraraprógv eftir gomlu skipanini.
Endamál
At tey lesandi ogna sær bæði fakligar og didaktiskar førleikar at undirvísa í lívfrøði og náttúru til lærugreinina Náttúra og Tøkni, og at tey brúka náttúruvísindaligar hættir at eygleiða og skráseta náttúrufyribrigdi.
Innihald
Djóra- og plantulæra, vistfrøði, umhvørvi, heilsa, dálking. Ástøðingarnir Anna Stetsenko, John Dewey, Jean Piaget og Urie Bronfenbrenner verða viðgjørdir sum amboð í undirvísing innan náttúru. Innan umhvørvi verða lisin nøkur klassisk verk. Ein tími um vikuna gjøgnum alt skeiðið verður brúktur til starvsvenjing úti á skúla til náttúru- og tøknitíma. Tey lesandi byrja við at eygleiða, og verða so við og við tikin við í arbeiðið sum stuðulslærarar (bert galdandi fyri læraralesandi, ikki fyri lærarar í eftirútbúgving). Søvn sum náttúruvísindaligir undirvísingardeplar verður ein høvuðstáttur sum gongur ígjøgnum øll skeiðini á linjuni Náttúra og Tøkni. Í hesum skeiði verður serliga hugt eftir hvussu framkomin søvn lýsa livandi heimin. Farið verður á náttúrugripasøvn og náttúruvísindalig søvn uttanlands at síggja, hvussu tey har leggja til rættis tiltøk bæði fyri børnum og læraralesandi. Eisini verða føroysku søvnini vitjað, og við støði í hvat verður gjørt á søvnunum uttanlands verður viðgjørt, hvussu føroysku søvnini kunnu brúkast í skúlahøpi.
Læru- og undirvísingarhættir
Floksundirvísing, venjingar og framløgur. Stórur dentur verður lagdur á venjingar, sum eru grundaðar á tey náttúrufyribrigdi, sum verða viðgjørd í ástøðiliga partinum. Tey lesandi savnast til bólkaarbeiði og útgreining av fyrilestrum, umframt til venjingar. Dentur verður lagdur á at tey lesandi sjálvi úthugsa venjingar sum kunnu brúkast at lýsa ástøðiliga tilfarið. Framløgudagar skulu tryggja, at tey lesandi venja seg við at leggja fram og nýta framkomna kunningartøkni til framløgur.
Læruúrtøka
1) At leggja til rættis, gjøgnumføra og eftirmeta eina undirvísing har næmingarnir eru virknir, og sum hóskar til tey evni í námsætlanum fólkaskúlans fyri náttúru og tøkni, sum fevna um náttúruviðurskifti. 2) At nýta søvn og framsýningar sum part av undirvísingini. 3) At lýsa og greina djóra- og plantulív og tær vistskipanir tey liva í. 4) At lýsa og greina sambandið millum umhvørvi, lívsstíl og fólkaheilsu.
Próvtøkuháttur
Portfoliublað við bundnum evni skal latast inn 5 ferðir, har dentur verður lagdur á bæði fakligt innihald og at tey eru skrivað eftir akademiskum leisti. Øll portfoliubløðini skulu latast inn. Skeiðið endar við skrivligari uppgávu á 8-15 síður har skrivast skal um eitt evni innan vistfrøði, har í minsta lagi ein av nevndu ástøðingunum verður viðgjørdur, og hvussu náttúrugripasøvn kunnu brúkast í undirvísing í náttúru og vistfrøði. Portfoliubløðini telja 40% av samlaða próvtalinum, meðan skrivliga uppgávan telur 60%. Um tann lesandi ikki stendur próvtøkuna skal nýggj uppgáva latast inn. Tann lesandi hevur møguleika at skriva um sama evni sum fyrra uppgávan.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Erla Olsen