7464.15 - Felagsøkið landafrøði og lívfrøði


Skeiðsnummar
7464.15
Heiti
Felagsøkið landafrøði og lívfrøði
ECTS
10
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á Námsvísindadeildini
Endamál
Á hesum skeiðnum skulu lesandi ogna sær grundleggjandi vitan um landafrøði og lívfrøði og knýta hesa til undirvísing.
Innihald
Innihaldið á skeiðnum er skipað tríggjar høvuðspartar: Landafrøði, lívfrøði og verkstovuarbeiði. Ástøðiligi partarnir eru hesir: • Uppruni Føroya (jarðfrøði) • Kort og atlas • Veður og veðurlag • Samspæl menniskjans við náttúruna • Plantur og djór. • Mannakroppurin Nýtsla av tøkni og tøknifrøði er partur av øllum skeiðnum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, starvsstovuroyndir, verkstovur, framløgur
Læruúrtøka
1) At siga frá tilgongdunum frá grýti til mold og tess samband við dýr, plantur og fólk 2) At lýsa møguleikar og vansar við verkstovum sum undirvísingaramboð 3) At samantvinna felagsøki fyri lívfrøði og landafrøði í smb. við undirvísing í fólkaskúlanum
Próvtøkuháttur
Møti- og aktiv luttøkuskylda er til skeiðið. Tann lesandi skal skriva eina verkstovulýsing um eina venjing, sum hóskar til náttúru- og tøkniundirvísing. Frágreiðingin skal vera á nøktandi akademiskum støði. Um ein lesandi ikki hevur møtt í minsta lagi 80% til onkran av teimum trimum høvuðspørtunum, ella ikki hevur luttikið aktivt, skal viðkomandi skriva eina avloysingaruppgávu, sum fevnir um tann høvuðspartin, viðkomandi ikki hevur luttikið nøktandi í.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti Bibliography Atlas til heim og skúla. 2014. Nám, Tórshavn. Bloch, D. 1999. Villini súgdjór í Útnorðri. Føroya Skúlabókagrunnur, Tórshavn. Bloch, D. og Sørensen, S. 2002. Fuglar í Norðurhøvum. Føroya Skúlabókagrunnur, Tórshavn. Fosaa, A. M., Gaard, E. and Dalsgarð, J. (eds.) 2006. Føroya Náttúra. Lívfrøðiligt margfeldi. Føroya Skúlabókagrunnur. Tórshavn. + undirvísingartilfar Geografihåndbogen: 35-78; 87-131; 171-178. Hansen, F. og Simonsen, K. 2004 (3. útg. 2007). Geografiens videnskabsteori – en introducerende diskussion. Roskilde Universitetsforlag. Hewitt, L.A., Hewitt, P.G., Suchocki, J.A. 2010. Conceptual Physical Science Explorations. Pearson Education Inc.: 583-611; 638-656; 659-686. Hibell, B., Guttormsson, U., Ahlström, S, Balakireva, O., Bjarnason, T., Kokkevi, A. og Kraus, L. 2012. The 2011 ESPAD Report. Substance Use Among Students in 36 European Countries. Mohr, M. og Hanusardóttir, S. (2013). Fysiologi. Grundbók í arbeiðsfysiologi og venjingarfysiologi. Nám, Tórshavn. Náttúra og Tøkni 1-2-3 (Næmingabøkur, arbeiðsbøkur og lærarabók) Rasmussen, J. 1998. Føroya jarðfrøði. Føroya Skúabókagrunnur, Tórshavn. Webtilfar frá Tromsø Universitet (geologi) http://ansatte.uit.no/webgeology/ Webtilfar: http://www.geologiskesevaerdigheder.dk/Glaciale%20dannelser.pdf (Jensen, J-K og Sørensen, S. 2015. Færøernes fugle, fakta og tal. Forlagið í Støplum, Tórshavn.) (Joensen, H.D. 1989. Læknabók á sjógvi og landi. Bókagarður, Tórshavn.) (Joensen, H.D. 1987. Rúseitur, turvelvandi drøgg. Bókagarður, Tórshavn.) (Rasmussen, J. 1981. Øldir og upphav. Bókagarður, Tórshavn.)
Ábyrgd
Mikkjal Petur Fríðálvur Mikkelsen