7574.15 - Innskúling


Skeiðsnummar
7574.15
Heiti
Innskúling
ECTS
15
Fortreytir
Tann lesandi skal hava staðið 1. og 2. árið av læraraútbúgvingini
Endamál
Endamálið við hesum skeiðnum er, at tey lesandi duga at leggja til rættis, undirvísa og eftirmeta rørslu í innskúlingini
Innihald
1. Búningarástøði. (Grundleggjandi ástøði, ið siga frá, hvussu børn búnast, mennast og vaksa). 2. Spæliástøði. (Grundleggjandi ástøði, ið siga frá, hví børn spæla, og hvussu spæl ávirkar likamligu menningina og sosiala førleikan hjá barninum). 3. Læringarástøði. (Grundleggjandi ástøði, ið siga frá sambandinum millum spæl og læring). 4. Ymisk ítróttar/rørsluspøl (Útispøl, bóltspøl, sang- rørsluspøl, sansaspøl, spøl, ið stimbra grovmotorikkin, spøl, ið stimbra fínmotorikkin, at spæla í vatni, at spæla íbøi, haga og fjøru, spælihjólið. o.s.fr.) 5. grundleggjandi førleikar í vatni. Tilvenjingar útií, sansivenjingar og spøl við og uttan amboð. Byrjanarundirvísing í svimjiháttum. Vatnbasis og spæl 6. Starvslæra í svimjing
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, floksundirvísing, einstaklingauppgávur/framløgur, bólkaarbeiði og verkætlanararbeiði
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi duga at • greiða frá ymsum spæliástøðum og kropsligu búningini hjá børnum, og brúka hesa vitan í undirvísingini í innskúlingini • troyta teir rørslu/spælimøguleikar, sum eru í náttúruni • nýta amboð, ið eru hóskandi til málbólkin • innlima rørslu í tvørgreinaligt samstarv • menna sín egna rørslu/ítróttarførleika leggja til rættis og gjøgnumføra undirvísing í byrjanarsvimjing
Próvtøkuháttur
Próvtøkan/eftirmetingin er sett saman av einum ástøðiligum parti og einum verkligum parti. Uppgávan er ein synopsa og hevur atlit til verkliga partin, sum er ein fyriskipaður ítróttardagur fyri børn í innskúlingini. (próvtøkuuppgávan verður lýst neyvari í einum sjálvstøðugum skjali)
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Anna Maiken Gásadal