7580.15 - Spæl og læring


Skeiðsnummar
7580.15
Heiti
Spæl og læring
ECTS
15
Fortreytir
lesandi er innskrivaður til námsfrøðilestur á Námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við hesum skeiðnum er, at tey lesandi fáa innlit í grundleggjandi ástøði fyri rørsluvirksemi, har dentur verður lagdur á, at skilja sambandi millum spæl og læring og ogna sær vitan um spælitilgongdir, ið hóska til aldursbólkarnir millum 5-9 ár.
Innihald
• Ymiskar skilmarkingar av heilsuhugtakinum og tess týdning fyri námsfrøðiliga arbeiði • Sambandi millum kropsligan førleika og lívsháttarsjúkur • Meistring og heilsufremjan (sundhedsfremme) • Búningarástøði. (Grundleggjandi ástøði, ið siga frá, hvussu børn búnast, mennast og vaksa). • Spæliástøði. (Grundleggjandi ástøði, ið siga frá, hví børn spæla, og hvussu spæl ávirkar likamligu menningina og sosiala førleikan hjá barninum). • Læringsástøði. (Grundleggjandi ástøði, ið siga frá sambandinum millum spæl og læring). • Didaktikkur • Ymisk spøl (Útispøl, bóltspøl, sang- rørsluspøl, sansaspøl, spøl, ið stimbra grovmotorikkin, spøl, ið stimbra fínmotorikkin, at spæla í vatni, at spæla í bøi, haga og fjøru, spælihjólið. Osfr..) • Svimjiundirvísing – grundreglur viðvíkjandi rørslum í vatni, svimjiundirvísing, spøl við og uttan amboð, svimjivenjing, bjarging og fyrstahjálp.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin fer í høvuðsheitum fram sum fyrilestrar, studentaframløgur og bólkaarbeiði. Størsti parturin eru verkligar íðkanir. Tey lesandi fáa smærri verkligar uppgávur at gera undirvísingarskráir hóskandi til málbólkin.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi duga at: • Greina og tulka grundleggjandi ástøðir í arbeiðnum við tilgongdum til menning, rørslu, spæl og læring. • Skilja sambandi millum spæl og læring og ogna sær vitan um spælitilgongdir, ið hóska til ymisku aldursbólkarnar. • Nýta grundleggjandi amboð til spæl, ið eru partur av ítróttar- og rørslufakinum. • leggja til rættis, gjøgnumføra, eftirmeta og skjalprógva eina læru- og spælitilgongd, ið hevur til endamáls at menna rørsluførleikan,heilsustøðu, sosiala førleikan og dagliga trivnaðin hjá 5-9 ára gomlum børnum. • Svimjing Saman við næmingum: Ogna sær vitan um grundreglurnar viðvíkjandi rørslum í vatni og fata hesar gjøgnum verkligar royndir. Eisini skal tann lesandi leggja til rættis og gjøgnumføra undirvísing í byrjanarsvimjing. Tey lesandi: Svimja ymisku svinjigreinarnar, bjargingarhættir og fyrstuhjálp.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan/eftirmetingin er sett saman av einum ástøðiligum parti og einum verkligum parti. Uppgávan er ein synopsa og hevur atlit til verkliga partin, sum er ein fyriskipaður ítróttardagur fyri børn í barnagarði. Bæði tann synopsan og verkligi parturin skula standast, fyri at skeiði er staði. (Próvtøkuuppgávan verður lýst neyvari í einum sjálvstøðugum skjali).
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Anna Maiken Gásadal