7581.15 - Motorisk menning


Skeiðsnummar
7581.15
Heiti
Motorisk menning
ECTS
15
Fortreytir
at lesandi er innskrivaður til námsfrøðilestur á Námsvísindadeildini
Endamál
At knýta sambandi millum motoriska menning og kropsligt, sálarligt og sosialt virksemi og fáa kunnleika um, hvussu vit nøkta tørvin á rørslu hjá børnum og ungum við og uttan serligum avbjóðingum bæði verkliga og ástøðiliga.
Innihald
• Motorisk menning og sansaskipan. • Grundleggjandi ástøði, ið siga frá, hví børn spæla, og hvussu spæl ávirkar likamligu menningina og sosiala førleikan hjá barninum. • T.d. útispøl, bóltspøl, sang og rørsluspøl, sansaspøl, spøl, ið stimbra grov-og fínmotorikkin, bólthjóli v.m. • Sansir og sansaskipan • SI-børn • Ítróttarmentan • Inklusión og eksklusión • Rørsluaktivitetir, sum leggja dent á samarbeiði og etikk • Venjingarskráir, ið menna barnið, ið hevur serligar avbjóðingar (menningartarn) ella motoriskar trupulleikar. • Hvat er at vera menningar/rørslutarnaður (s.s.blind,deyv ADHD, Asberger, epilepsi, vøddasvinn o.s.fr. • Inkluderandi spøl/bóltspøl, ið eru tillagað málbólkin • Motoriska umhvørvi á stovnum • Svimjiundirvísing – grundreglur viðvíkjandi rørslum í vatni, svimjiundirvísing, spøl við og uttan amboð, svimjivenjing, bjarging og fyrstahjálp.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin fer í høvuðsheitum fram sum fyrilestrar, studentaframløgur og bólkaarbeiði. Størsti parturin eru verkligar íðkanir. Tey lesandi fáa smærri verkligar uppgávur at gera undirvísingarskráir hóskandi til málbólkin
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi duga at: • Greina og tulka ástøðiliga grundarlagi fyri motoriska menning, sansaskipanina og sosialisering. • At menna málbólkar við ymiskum tørvum, har dentur verður lagdur á sjálvsvirði og sjálvsálit gjøgnum rørslur, aktivitetir, samstarv og etikk. • Nýta venjingar at stuðla upp undir sosiala læring og samstarv. • Duga at nýta grundleggjandi verklig amboð, ið eru partur av ítróttar- og rørslufakinum. • Leggja til rættis, gjøgnumføra, eftirmeta og skjalprógva eina motoriskt mennandi læru og spælitilgongd, ið hevur til endamáls at menna sosiala-og rørsluførleikan og bøta um heilsustøðu og dagliga trivnaðin hjá børnum og ungum við og uttan serligum avbjóðingum. • Svimjing Saman við næmingum: Ogna sær vitan um grundreglurnar viðvíkjandi rørslum í vatni og fata hesar gjøgnum verkligar royndir. Eisini skal tann lesandi leggja til rættis og gjøgnumføra undirvísing í byrjanarsvimjing. Tey lesandi: Svimja ymisku svinjigreinarnar, bjargingarhættir og fyrstuhjálp.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er sett saman av einum ástøðiligum parti og einum verkligum parti. Ástøðiligi parturin er ein spurdómsstýrd uppgáva, sum verður nærri lýst í sjávstøðugum skjali. Verkligi parturin verður mettir eftir undirvísingarførleika við børnum sambært egnari arbeiðsskrá, sum hongur saman við spurdóminum í skrivliga avrikinum. Uppgávan kann skrivast annaðhvørt í bólki ella einsæris.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Anna Maiken Gásadal