7582.15 - Børn og spæl


Skeiðsnummar
7582.15
Heiti
Børn og spæl
ECTS
15
Fortreytir
at lesandi er innskrivaður til námsfrøðilestur á Námsvísindadeildini
Endamál
Tey lesandi skula arbeiða við hvat eyðkennir heilsugóðar vanar, hvønn týdning heilsa og ítróttur hava í nútíðarsamfelagnum og hvussu hetta inngongur í dagliga virksemi á einum námsfrøðiligum stovni. Harumframt skula tey lesandi leggja til rættis námfrøðiligt virksemi, sum tekur atlit til motoriska menningarstigi og heilsuligu fortreytirnar hjá tí einstaka barninum, og soleiðis geva børnum íblástur, og motivera til kropsligt virksemi.
Innihald
• Heilsupedagogikkur – tiltøk og heilsuátøk, kostur og matmentan • Ítróttur og rørsla sum didaktiskt aktiv? • Lógir,kunngerðir og námsætlanir • Didaktiskar tilgongdir • Grundleggjandi rørsluførleikar (renna, hoppa, ganga, sveiggja, bólta rút, klatra. Osfr..) • Frælsari ítrótt - sæð við barnaeygum (lop og køst) • Amboðsfimleikur (amboðsbreytir og rørslubreytir) • Smáspølum við bólti • Starvslæra • Svimjiundirvísing – grundreglur viðvíkjandi rørslum í vatni, svimjiundirvísing, spøl við og uttan amboð, svimjivenjing, bjarging og fyrstahjálp.
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísingin fer í høvuðsheitum fram sum fyrilestrar, framløgur og bólkaarbeiði. Størsti parturin er verkligar íðkanir.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er lokið, skal tann lesandi duga at: • Greiða frá teimum lívvirkisfrøðiligu, mentalu og sosialu viðurskiftunum, sum eru grundarlag undir góðari heilsu. • Greina hvønn týdning heilsa og ítróttur hava í nútíðarsamfelagnum, og hvussu atlit kann takast til hetta á dagsovnaøkinum • Duga at arbeiða við kropstilvitan og rørslugleði, sum fyrst og fremst hevur við spæl, kropp og heilsu at gera og brúka ítrótt og rørslu, sum eitt didaktiskt aktiv • Didaktikkur • Nýta bóltspøl og tey stóru amboðini í fimleika/ítróttarhøll at stuðla upp undir heilsu, sosiala læring og samstarv. • Greiða og greina lóggeving og námsætlanir á dagstovnaøkinum sum grundarlag fyri fyrireiking, eftirmeting og skjalprógvan av undirvísingar- og lærugongdum. • Leggja til rættis, gjøgnumføra, eftirmeta eina verkætlan/lærutilgongd á einum stovni í mun til ein ávísan málbólk, ið hevur til endamáls at menna heilsustøðuna, heilsuvanar, sansaligu og motorisku førleikarnar. • Svimjing Saman við næmingum: Ogna sær vitan um grundreglurnar viðvíkjandi rørslum í vatni og fata hesar gjøgnum verkligar royndir. Eisini skal tann lesandi leggja til rættis og gjøgnumføra undirvísing í byrjanarsvimjing. Tey lesandi: Svimja ymisku svinjigreinarnar, bjargingarhættir og fyrstuhjálp.
Próvtøkuháttur
Starvslæran skal standast sum ein sjálvstøðugur partur. Próvtøkan/eftirmetingin er sett saman av einum ástøðiligum parti og einum verkligum parti. Tey lesandi skula skriva eina synopsu, sum tekur støði í verkliga partinum, sum er starvslæra í einum námfrøðiligum stovni. (Próvtøkuuppgávan verður lýst neyvari í einum sjálvstøðugum skjali).
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Anna Maiken Gásadal