7718.14 - Yvirlit og áleikandi høvuðsmál í námsfrøðiliga leiðslu- og fyrisitingarøkinum


Skeiðsnummar
7718.14
Heiti
Yvirlit og áleikandi høvuðsmál í námsfrøðiliga leiðslu- og fyrisitingarøkinum
ECTS
15
Endamál
Í fyrsta lagi er endamálið, at hin lesandi skal duga at greiða frá og—á einum grundleggjandi støði—kritiskt viðgera innan- og uttanhýsis samanhangin, sum ein leiðsla virkar í, annaðhvørt í einum grundskúla ella dagstovni. Í øðrum lagi er endamálið, at hin lesandi gerst varur við hvørji høvuðsmál eru áleikandi í okkara samtíð á námsfrøðiliga leiðslu- og fyrisitingarøkinum.
Innihald
• Leiðsla í námsfrøðiligum stovnum • At samstarva við børnini, foreldrini, starvsfólkini, álitisfólkaumboð, aðrar stovnar og onnur viðkomandi • Dagstovnurin og grundskúlin sum organisatión • Fyrisitingarligar uppgávur í dagstovni ella grundskúla • Samtíðar høvuðsmál innan hesi øki: globalisering, seinmodernitetur, professionalisering av leiðslu, nútíðargerðin av almennum tænastum og bygnaðarbroytingar innan námsfrøðiliga stovns- og leiðsluøkið
Læru- og undirvísingarhættir
Sjálvlestur, fyrilestrar, interview við dagstovnaleiðarar og skúlaleiðarar, world-café og ymisk sløg av bólkaarbeiði.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi megna at: - avgera hvørjir persónar, stovnar, fyriskipanir og fyribrigdi eru viðkomandi at hugsa um í samband við gerandishendingar, har tørvur er á námsfrøðiligum leiðslu- og fyrisitingarligum átøkum - seta orð á og—á grundleggjandi støði — kritiskt meta um høvuðsynskini sum ymsir persónar, stovnar, fyriskipanir og fyribrigdir aloftast kunnu sigast at hava í samanhanginum kring leiðslu og fyrisiting annaðhvørt í einum dag-/døgnstovni ella grundskúla - skilja ímillum nær fyrisitingarligar tilgongdir og leiðslutilgongdir skulu nýtast annaðhvørt á einum dagstovni ella í einum grundskúla - at lýsa áleikandi høvuðsmál á námsfrøðiliga leiðslu- og fyrisitingarøkinum
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er einsæris skrivlig roynd, har tey lesandi skulu viðgera eina gerandishending annaðhvørt á einum dagstovni ella í einum grundskúla, sum krevur, at leiðslan tekur eina støðu og virkar eftir henni. Tey lesandi skulu seta orð á og lýsa tey fyribrigdi og viðurskifti í gerandishendingini, ið eru leiðsluni viðkomandi, og sum leiðslan má taka atlit til, tá hon viðger støðuna. Harafturat skulu tey lesandi duga at lýsa teir leiðsluligu og møguligu fyrisitingarligu spenningarnar og samtíðar høvuðsmál á økinum, ið eru gerandishendingini viðkomandi. Til seinast skulu tey lesandi vísa og grundgeva fyri, hvussu tey halda, at man skal bera seg at í gerandishendingini. Royndartíðin er í mesta lagi 7 tímar. Øll hjálpiamboð eru loyvd.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Andersen, M. (2000). Sådan en leder vil eleverne gerne ha’. Í B. Rasmussen (ritstj.), Sådan en leder vil vi gerne ha’…. (s. 15-17). Vejle: Kroghs forlag. Bak, I., Hansen, L. I.. og Okholm, M. (2002). Hjælp, jeg er blevet skoleleder. Vejle: Kroghs forlag Barsøe, L. (2013). Barnehagelæreren som leder – Å lede voksne i arbeid med barn. Oslo: Kommuneforlaget. Brejnrod, P. (2005). Den globale storby eller senmodernitetens sociologi. Í P. Brejnrod (2005), Grundbog i pædagogik –Oplysning, dannelse og fusionspædagogik i senmoderniteten (s. 57-74). København: Gyldendals lærerbibliotek. Bømler, T. (2008). New Public Management. Í T. Bømler (ritstj.), Sociale organisationer i en omstillingstid –Grundbog i organisationsteori til social og sundhedsuddannelserne (3. udgave) (s. 58-61). København: Hans Reitzels Forlag. Eilifsen, M. og Dysvik, A. (2014). God ledelse i barnehagen. Í M. Eilifsen og A. Dysvik, Barnehagelederen – En samling av erfaringsbasert teori (s. 11-23). Oslo: Universitetsforlaget. Fugl, M. (2008). Virksomhedsfilosofi indtager børnehaven. Børn & Unge Forskning, 2 (2008), 14-15. Gaini, F. (2006). Familie, leg og erfaring. Børnehavebørn og moderniseringspro-cessen på Færøerne. BARN / Norwegian Centre for Child Research. 3, 9-25. Gaini, F. (2010). Hvad har du lært i skolen i dag? Familiekapital og skole på Færøerne. BARN/Norwegian Centre for Child Research. 3, 7-29. Gotvassli, K.-Å. (2013). Konflikter og konfliktløsning i barnehagen. Í K.-Å. Gotvassli, Boka om ledelse i barnehagen (s. 192-215). Oslo: Universitetsforlaget. Gotvassli (1999). Barnehager –organisasjon og ledelse. Oslo: Tano Aschehoug. Holm, I. S. (2010). Jagten på anerkendelse. Í I. S. Holm, Anerkendelse i ledelse (s. 254-266). København: Hans Reitzels Forlag. Holm-Pedersen, P. (2010). Hvad der lignede en kontrakt med djævelen. Børn & Unge Forskning, 7 (2010), 12-14. Høg, M. A. (2011). Kunsten at lede lærere. Tikið niður 19.06.2014 frá http://www.sfi.dk/kunsten_at_lede_l%C3%A6rere-10326.aspx Høg, M. A. (2011). Skolelederen som motor og kompas. Tikið niður 19.06.2014 frá http://www.sfi.dk/skolelederen_som_motor_og_kompas-10198.aspx Hviid, P. (2008). Børnenes leder - "sej" eller "slap"? Í D. Cecchin & M. W. Johansen (ritstj.) Pædagogfaglig ledelse - om ledelse af pædagogiske institutioner (pp. 107-126). København: BUPL. Knudsen, K. J. L. og Mýri, M. H. (2010). Starvsfólk á dagstovnum –ein trivnaðarkanning. Vágur: Granskingardepilin fyri samfelagsmenning. Kofod, K. K. (2007). Ledelse af sociale institutioner. Pædagogisk ledelse under forandring. København: Børsens Forlag. Larsen, Ø. (2009). Pædagogen som forvalter af offentlige tjenesteydelser. Í C. Aabroe & S. G. Olesen, (ritstj.). Individ, institution og samfund - antologi for faget (s. 209-229). Værløse: Baltzer & Billesø. Miðskarð, J. (2014). Aðaltættirnir í námsfrøðiligum ráðgevingum. Tórshavn: Føroya Pedagogfelag. Miðskarð, J. & Frost, N. (in progress). Danish and English interprofessional work and action between primary schools and social services. Moeslund, P. (2011). Konfliktløsning i en organisatorisk brydningstid. Í P. Moeslund, Ledelse i perspektiv (bind 2) – fra lukkede til åbne organisationer (s. 74-90). København: Hans Reitzels Forlag. Nakling, N. og Vavik, M. (2011). Den pædagogiske leder: en håndbog til ledere i institutioner. København: Akademisk forlag. Nyborg, T. (2000). Den idelle leder set med forældreøjne. Í B. Rasmussen (ritstj.), Sådan en leder vil vi gerne ha’…. (s. 55-61). Vejle: Kroghs forlag. Schnoor, M. (2009). Narrativ organisationsudvikling –At forme fælles mening og handling. København: Dansk Psykologisk Forlag. Skovborg, D. og Jessen, K. R. (2011). Tidlig indsats ved omsorgssvigt (s. 66-73). Frederiksberg: Frydenlund. Slåtten, M. V. (2013). Administrativ ledelse i en pedagogisk sammenheng –lederen som saksbehandler. Í E. Skogen, R. Haugen, M. Lundestad & M. V. Slåtten (ritstj.), Å være leder i barnehagen (s. 263-286). Bergen: Fakforlaget. Stampe, J. (2000). Mer’ ledelse, tak – men på dansk. Í B. Rasmussen (ritstj.), Sådan en leder vil vi gerne ha’…. (s. 75-80). Vejle: Kroghs forlag. Wilmoes, G. & Vestergård, W. (2013). Forvaltningsrettens grundprincipper: Håndbog for børn og unge-området (3. Udgave). København: Jurist- & Økonomforbundets forlag. Winther, S. C. Og Pedersen, M. J. (2011). Pædagogisk ledelse. Í S. C. Andersen og S. C. Winter, Ledelse, læring og trivsel i folkeskolerne (s. 115-122). København: SFI.
Ábyrgd
Jóhannes Miðskarð