7104.12 - Grundskeið í føroyskum - læraraútbúgvingin


Skeiðsnummar
7104.12
Heiti
Grundskeið í føroyskum - læraraútbúgvingin
ECTS
9
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á námsvísindadeildini
Endamál
Skeiðið víkur at 1- stavsetingarreglunum 2- donskum og føroyskum orðafeingi, sum verður blandað í gerandismálinum 3- vanligum villum og óneyvum orðingum í næmingaavrikum 4- grundleggjandi amboðum til ávegisskriving Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu • kunna stava síni skrivligu avrik rætt • duga at skyna á føroyskum og donskum málburði og víðka føroyska orðafeingið • verða tilvitað um kravdan neyvleika í akademiskari skriving • fáa kunnleika til ávegisskriving sum háttalag og námsfrøðiligu møguleikarnar, hetta háttalag hýsir.
Innihald
Tey lesandi fáa fyrst grundskeið í stavsetingarreglum. Síðan verða tekstir viðgjørdir við tí í hyggju tilvitandi at sálda millum danskar og føroyskar orðingar og orðalag. Síðan heldur hetta grundskeið fram sum dropafrálæra grundað á tekstir, ið verða rættaðir málsliga á allan hugsandi hátt – bæði viðvíkjandi stavseting, orðafeingi og orðalagi. Undirvísingin fer fyri ein part fram á netinum, og javnan hittast lesandi og lærarar at skifta orð um mál og málslig fyribrigdi, ið hava verið fyri í verkevnunum. Tátturin við ávegisskriving er skipaður soleiðis: • Um ávegisskriving. Greitt verður frá høvuðstáttunum í ávegisskrivingini • Um snarskriving. Tey lesandi royna henda skriviháttin • Sansavenjingar. Arbeitt verður við týdninginum, sum sansirnir hava fyri skrivliga avrikið • Greitt verður frá, hvussu bókarøðin Kom og skriva er skipað. • Arbeitt verður ítøkiliga við skrivistigunum í ávegisskrivingini. Tey lesandi fáa høvi at arbeiða við allari skrivitilgongdini, t.e. fyrireiking, skriving og eftirmeting • Tey lesandi læra at meta egið avrik og avrikið hjá øðrum
Læruúrtøka
Lesandi, ið hevur staðið Grundskeið í føroyskum sum part av B.Ed-prógvi, hevur, tá ið skeiðið er lokið, fingið grundleggjandi innlit í spurningar, ið víkja at føroyskari stavseting, føroyskum orðafeingi og ymsum stíllegum. Við hesari vitan skal tann lesandi: • duga at skriva føroyskt stavsetingarliga og teknsetingarliga rætt, og hann skal hava fingið innlit í, hví ávísar villur koma í, og hvussu undirvísingin kann verða løgd til rættis, so at vánir eru fyri, at støðan í fólkaskúlanum rættskriving viðvíkjandi batnar, • hava fingið innlit í, at stíllegurnar eru so ymiskar, og at tað ber til at víðka orðafeingið, so tekstur gerst fjølbroyttari. • duga at meta um egið avrik og um avrik hjá øðrum, • duga at nýta teir møguleikar, sum liggja í hugtakinum ávegisskriving.
Próvtøkuháttur
Skift verður millum ymsar undirvísingarhættir. Størsta partin av skeiðinum eru 1.L og 1.P saman. Vanliga verður byrjað við, at ábyrgdarlærarin við felags framløgu gjøgnumgongur einar tveir spurningar, sum hava við stavseting at gera. Síðani verða tey lesandi sett í fimm bólkar, sum hvør hevur sín lærara. Í bólkunum verður arbeitt við uppgávum; summpart greiðir lærarin frá, arbeitt verður í smærri bólkum, og einstaklingar leggja fram, bæði tá ið hugsað verður um egnan førleika og um at greiða frá, hvussu arbeitt kann verða við málinum saman við børnum og skúlaungdómum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Ábyrgd
Jonhard Finnleif Mikkelsen