7213.11 - Námsfrøði og almenn didaktikk fyri lærarar


Skeiðsnummar
7213.11
Heiti
Námsfrøði og almenn didaktikk fyri lærarar
ECTS
15
Fortreytir
Tann lesandi er innskrivaður á Námsvísindadeildini
Endamál
Undirvísingin í námsfrøði og almennari didaktikk skal síggjast sum sjálvstøðugur og tó samfastur partur av undirvísingini í sálarfrøði. Tey lesandi nema sær holla praktiska og ástøðiliga vitan um ávikavist námsfrøði og almenn didaktisk viðurskifti, sum hava týdning fyri lærarastarvið. Roynt verður at fáa hin lesandi at fata, hvussu ástøði og praksis eru samantvinnað í lærugreinini. Hin lesandi fær innlit í námsfrøðilig evni so sum uppaling og læring, dannilsi, útbúgving og sosialisering í samfelagsligum høpi og almenn didaktisk evni so sum at (1) leggja undirvísing til rættis, (2) fremja undirvísing í verki, (3) eftirmeta undirvísing og (4) skjalfesta undirvísingartilgongdir og undirvísingarúrslit. Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu fáa holla vitan um: • Hvat námsfrøði er, og hvat almenn didaktikk er . • Hvussu námsfrøði og almenn didaktikk verða lýst sum vísindagreinar. • Hvussu úrvaldir ástøðingar hava sett sín dám á námsfrøðina. • Hvussu hugtøkini uppaling, útbúgving og undirvísing verða allýst og avmarkað í dag. • Hvussu námsfrøðin hevur ment seg upp ígjøgnum tíðina – ástøðiliga, samfelagsliga og empiriskt. • Hvussu fatanin av børnum er broytt gjøgnum árini, og hvussu broytingin hevur ávirkað virði, sjónir og endamál í námsfrøðiligum arbeiði. • Hvør skyldskapur er millum hugtøkini undirvísing og læring. • Hvørjar hugsanir um læring, læringsumhvørvi, læringstilgongdir og læringshættir eru frammi í tíðini. • Hvussu læring kann fyriskipast, fremjast, greinast, eftirmetast og skjalfestast. • Hvussu mentanarligt, málsligt og sosialt bakstøði ávirkar læringina hjá børnum.
Innihald
Skeiðið er skipað í 6 høvuðspartar við fyrilestrum, framløgum, bólkaarbeiði og praktiskum venjingum: o Námsfrøði og almenn didaktikk sum fakøki og vísindagreinar o Sosialisering og uppaling o Dannilsishugtakið sum stevnumið fyri uppaling og undirvísing o Almenn – og fakdidaktikk. o Skúlin og postmodernaða samfelagið. o Eftirmetingarskipan skúlans
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, cooperativar undirvísingartilgongdir, kjakbólkar, sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur, størri og smærri skrivivenjingar og einstaklings- og bólkaframløgur, ið verða skipaðar eftir ymiskum leisti. Lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at: • seta orð á, hvat eyðkennir námsfrøði og almenna didaktikk sum vísindagreinar, og hvat eyðkennir tey háttaløg, ið eru miðdepils í námsfrøðiligum- og almenn-didaktiskum arbeiði • greina hvussu mentanarligt, málsligt og sosialt bakstøði ávirkar læringina hjá børnum. • geva eina breiða lýsing av, hvussu hugtøkini sosialisering, dannilsi, uppaling, útbúgving, læring og undirvísing verða allýst og avmarkað í dag • leggja eina undirvísingarætlan til rættis við støði í viðkomandi námsfrøðiligari og didaktiskari vitan • grundgeva fyri, hvussu ein ítøkilig undirvísingartilgongd kann skipast við støði í viðkomandi námsfrøðiligari og didaktiskari vitan • fremja eina ítøkiliga undirvísingarætlan í verki og meta við kritiskum eyga um, hvat gekk væl; hvat gekk minni væl; hví tað gekk, sum tað gekk; og hvat ein kann gera øðrvísi eina aðru ferð
Próvtøkuháttur
Spurdómsstýrda próvtøkuuppgávan/synopsan skal verjast munnliga og verður mett eftir 13-stiganum. Vit nýta uttanhýsis próvdómarar. Tá ið mett verður um uppgávuna og munnligu framløguna verður hugt at: • hvussu tey lesandi megna at nýta sálarfrøðilig, námsfrøðilig og didaktisk ástøði og hugtøk, tá ið tey svara trupulleikaorðingini • hvussu tey lesandi megna at knýta ástøðiliga partin og starvslæruna saman • hvussu tað hepnast teimum lesandi at skriva og skipa uppgávuna • um tey lesandi nýta greiðan málburð, setningsbygnað og rætta stavseting • um tey lesandi gera sær dælt av vísindaligum keldum og duga at nýta APA-tilvísingarskipanina
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Ábyrgd
Hans Harryson