7216.12 - Mál- og lesimenning/ didaktikkur


Skeiðsnummar
7216.12
Heiti
Mál- og lesimenning/ didaktikkur
ECTS
12
Endamál
Móðurmálsundirvísing í byrjanarflokkunum við denti á málmenning, lesing og skriving. Lesandi fáa kunnleika um týdningarmikli ástøði um serliga málmenning, lesing, skriving og lesitrupulleikar. Dentur verður lagdur á at knýta hetta saman við dagliga arbeiðnum sum fólkaskúlalærarar.
Innihald
1. Móðurmálið, og hvussu málið háttar sær 2. Móðurmálið í heimi og skúla 3. Móðurmálsundirvísingin í byrjanarundirvísingini 4. Málslig tilvitan sum fyritreyt fyri lesing 5. Lesi- og skrivihættir 6. Ymisk eftirmeting 7. Grundarlag undir fakligari lesing 8. Fyritreytir at skilja tað, sum vit lesa 9. Arbeiðshættir - góðir lesi- og skrivivanar 10. Uppdagandi skriving 11. Lesitrupulleikar
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísing og starvsvenjing verða tilsamans 15 tímar um vikuna í 8 vikur. Dentur verður lagdur á at læra um mál og skriftmál sum grundarlag undir lívslongu menning okkara sum menniskju. Skeiðið er bygt upp av fyrilestrum, hugleiðingarfundum, bólkaarbeiði og sjálvlestri, har arbeitt verður fram ímóti starvsvenjingini, sum er ein verkætlan grundað á ástøðiliga partin.
Læruúrtøka
Lesandi, ið hevur staðið mál- og lesimenning/didaktikkur sum part av BA-prógvi í føroyskum á námsvísindadeildini, hevur, tá ið skeiðið er lokið, fingið grundleggjandi innlit í lesitilgongdir, lesiognan, lesimenning, lesifatan og ymisk snið av lesitrupulleikum. Eisini skal hann hava fingið innlit í skrivi- og stavimenningina – herímillum sambandið millum lesing og skriving og hava ognað sær innlit í málsligu menning barna. Hann skal duga at nýta innlitið í verki og kunna lýsa vandamál í lesi- og skriviundirvísing við støði í almennum innliti í lesing.
Próvtøkuháttur
Í uppgávunum skal vera ein ástøðiligur og ein verkligur partur, sum skulu knýtast saman og enda við eini ætlan fyri, hvussu lærutilgongdir kunna leggjast til rættis. Tey lesandi skriva eina próvtøkuuppgávu, ið skal vera 15 blaðsíður.
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Ábyrgd
Karolina Matras