7280.13 - E-læring, náttúruvísindadidaktikkur og náttúruvísindalig háttaløg


Skeiðsnummar
7280.13
Heiti
E-læring, náttúruvísindadidaktikkur og náttúruvísindalig háttaløg
ECTS
10,5
Endamál
At lesandi ogna sær førleika at gagnnýta kunningar- og samskiftistøkni (KST) og margmiðlar innan náttúrufaksdidaktikk, og samstundis at nýta KST sum amboð innan náttúruvísindalig háttaløg.
Innihald
• Ymisk grundleggjandi náttúrufakshugtøk og –ástøði • Grundleggjandi tankagongdir við støði í taksonomiunum hjá Bloom, Kratwohl og SOLO • KST sum amboð innan náttúruvísindalig háttaløg generelt, og eisini sum sertakt didaktiskt amboð • ymsar fatanir av náttúruvísindadidaktikki, • KST umvegis internetið til samskifti og samstarv (CSCL) • lærings- og samskiftispallar til óstevjavnað (asynkront) og stevjavnað (synkront) samskifti og samstarv (First Class, Moodle, Skype og sosialir miðlar) • at nýta málbúnar sum film og animatión – bæði egin framleiðslu og annara – í sambandi við náttúrufaks-undirvísing • kunnleika til og duga at nýta Smart Board og Active Board, tøkniliga og didaktiskt • gera egnar heimasíður og bloggar, ið skulu nýtast til fakliga dokumentatión (loggbók) gjøgnum øll modulini á breytini • dátuviðgerð innan náttúruvísindi, við serligum denti á arbeiði og royndir við hagtølum, rokniarki, dátugrunnum og hvussu hesi amboð kunnu brúkast í fólkaskúlanum
Læru- og undirvísingarhættir
Undirvísing, upplegg og fyrilestrar frá lærarum og lesandi, vegleiðing, bólkaarbeiði, ymsir samskiftisformar/-búnar, kjak og framløgur frá lesandi/bólkum. Tey lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
1) At leggja til rættis, gjøgnumføra, dokumentera og eftirmeta lærutilgongdir, har e-læring er verður nýtt sum serstakt didaktiskt amboð og háttalag innan náttúruvísindi 2) At greiða frá og brúka náttúruvísindalig háttaløg á grundleggjandi støðistigi, 4) At gagnnýta eE-læring á søvnum og framsýningum. 5) Kritiskt at meta um møguleikar og avmarkingar fyri eE-læring innan náttúrufaksundirvísing.
Próvtøkuháttur
Lesandi skulu gjøgnum skeiðið hava greitt fleiri smærri uppgávur (lýstar í serligum uppgávuskjali), har tey við nýtslu av KST skulu nýta ymsar málbúnar, t.d. film, myndir, hagtøl, tekst og annað. Uppgávurnar skulu leggjast á persónliga heimasíðu ella blogg, sum tey lesandi sjálv hava gjørt. Við støði í persónligu heimasíðuni og/ella bloggini, meta undirvísararnir, um úrslitið hjá tí einstaka kann góðtakast. Kravið er, at allar uppgávurnar skulu góðkennast, um skeiðið skal standast. Stendur lesandi ikki, skal hann – við støði í supplerandi krøvum frá undirvísarunum –bøta um avrikið, so at tað kann metast av nýggjum. Freistin fyri innlatingini til endurmeting verður sett av próvstovuni.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Erla Olsen