7381.14 - Kristni og átrúnaður: lærugreinin, fakøki og fakdidaktikkur
Skeiðsnummar
7381.14
Heiti
Kristni og átrúnaður: lærugreinin, fakøki og fakdidaktikkur
ECTS
12
Fortreytir
Treytin fyri at luttaka á skeiðnum er, at tann lesandi hevur staðið
1. og 2. lestrarár á námsvísindadeildini.
Endamál
Endamálið við hesum skeiðið er, at lesandi arbeiða við og koma at
kenna trý øki, ið eru grundleggjandi fyri førleikan at undirvísa í
kristni og átrúnaði í fólkaskúlanum. Hesi øki eru:
1 endamálið og innihaldið í lærugreinini kristni.
2 religiónsdidaktikk.
3 gudfrøði og religiónsvísund.
Innihald
Námsætlanini til kristni og átrúnað. Lógar- og skúlakarmar um
kristni og átrúnað. Didaktiskir hættir. Gudfrøði ogreligiónsvísund.
Undirvísingartilfar.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, sjálvlestur, bólkaarbeiði, framløgur, uppgávur og kjak. Lesandi hava møtiskyldu.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er liðugt, skal hin lesandi megna at
• greiða frá endamálinum, skipanini og innihaldinum í lærugreinini kristni í ljósinum av lógarverkinum og námsætlanini í kristni og átrúnaði.
• seta religióndidaktisk viðurskifti inn í eitt søguligt høpi.
• meta um ymisk religiónsdidaktisk ástøði og háttaløg við tí fyri eyga at velja hóskandi undirvísingarhættir.
• greina sambandið ímillum lærugreinina, gudfrøði og religiónsvísindi og religiónsdidaktikk.
• brúka námsætlanina, gudfrøði, religiónsvísindi og religiónsdidaktisk ástøði, tá hon ella hann fyrireikar læruætlanir í fólkaskúlanum.
Próvtøkuháttur
Próvmetingin er bygd á fleiri smærri uppgávur, ið tey lesandi gera
Í skeiðinum. Harumframt er ein størri uppgáva á 10-15
síður, ið tey lesandi gera í bólkum á 2-3i. Uppgávurnar vera
lýstar nærri í skeiðinum.
Endurpróvtøka: Um lesandi ikki stendur skeiðið, skal viðkomandi
til endurpróvtøku. Nærri reglur um hetta verða lýstar seinni.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lesnaðurin verður lýstur nærri í skeiðinum.