7383.14 - Kristni og átrúnaður í miðdeildini


Skeiðsnummar
7383.14
Heiti
Kristni og átrúnaður í miðdeildini
ECTS
10,5
Fortreytir
Lesandi, sum ikki hava tikið 7381.12, mugu sjálv seta seg inn í ávís viðurskifti, sum eru partur av hesum skeiði, so sum námsætlan og grundleggjandi religiónsdidaktisk og faklig viðurskifti
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er at brynja tey lesandi til at undirvísa í kristni og átrúnaði í miðdeildini.
Innihald
Námsætlanin verður viðgjørd, við serligum atlitið til støðisførleikar í miðdeildini í lærugreini Kristnikunnleiki og átrúnaður. Undirvísingartilfar, ið verður nýtt í kristni og átrúnaði í miðdeildini. Høvuðstættir í evropeiskari kirkjusøgu. Høvuðstættir í kristnari trúgv, list og mentan. Didaktikkur.
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, flokssamrøður, fyrilestrar, smærri uppgávur og framløgur. Lesandi hava møtiskyldu.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi megna at: • viðgera, meta um og nýta námsætlanina í undirvísingini í miðdeildini, sum viðvíkur kjarnuøkjunum og støðisførleikunum. • greiða frá høvuðsgongdini í serliga vestur-evropeiskari kirkjusøgu. • lýsa sereyðkennini ímillum nakrar høvuðsgreinar í vestur-evropeiskum kristindómi. • greiða frá høvuðstættunum í Kristnari trúgv og læru. • vísa á ymsu átrúnarligu bólkarnar í teirra nærumhvørvi og greiða frá teirra søgu, teirra sereyðkennum og støðu í nærsamfelagnum. • leggja til rættis eina undirvísingargongd til miðdeildina, ið fevnir um bæði faklig og didaktisk viðurskifti
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er sett saman av tveimun uppgávum, tann fyrra er ein framløga, tann seinna er eitt undirvísingarupplegg. Framløgan: Næmingarnir skulu einsæris velja sær eitt tíðarskeið frá kirkjusøguni. Síðan skulu næmingarnir greiða frá hesum tíðarskeiðið í framløguni. Framløgan skal lýsa týðandi spurningar frá valda tíðarskeiðnum, gudfrøðingar, ið myndaðu tíðina, viðkomandi sosial og samfelagslig rák og slóðbrótandi hendingar fyri kristna kirkjusøgu. Framløgan skal verða umleið 20-30 min. Undirvísgarupplegg: Næmingarnir skulu í bólkum ella einsæsris velja sær ein av týðandi táttunum innan Kristna trúgv og læru. Síðan skulu næmingarnir menna eitt undirvísingarupplegg har
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Lesnaðurin til skeiðið verður nærri lýstur í skeiðinum
Ábyrgd
Sámal Mikkelsen