7406.14 - Tøl, roknihættir og algebra
Skeiðsnummar
7406.14
Heiti
Tøl, roknihættir og algebra
ECTS
13,5
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi til at undirvísa 1. til 10. flokki í tølum, roknihættum og algebra
Innihald
- viðgerð og meting av tí, sum lesiætlanirnar siga um tøl, roknihættir og algebra.
- undirvísingartilfar viðvíkjandi tølum, roknihættum og algebra
- tøl, roknihættir í 1.-6. flokki og tøl og algebra á 4.-10. floksstigi.
- hugtaksfatanin hjá børnunum og hugtaksmenningin innan tøl, roknihættir og algebra.
- Innara mál og týdningurin av samrøðu fyri menningina av matematiskari fatan og forstáilsi og næmingsins førleikamenning innan fakøkini tal og roknihættir.
- almenn og fakdidaktisk viðurskifti, sum viðkoma teimum valdu evnunum.
- undirvísingargongdir innan tøl, roknihættir og algebra (tey lesandi leggja úrvaldar undirvísingargongdir fram)..
- avmarkingar og møguleikar í fakligum og fakdidaktiskum samanhangum
- KT er partur av arbeiðinum á modulinum.
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestrar, smáar kanningaruppgávur, undirvísingarvenjing, framløgur og kjak
Læruúrtøka
Tá skeiðið er av, skal tann lesandi verða førur fyri at:
• fyrireika, útinna og eftirmeta valt undirvísingartilfar og lesiætlanir frá 1. til 10. flokk um tøl, roknihættir og algebra
• greiða frá bygnaðinum í talskipanini og talnýtslu í tann mun hetta er viðkomandi fyri undirvísingina í talskipanini.
• finna og greina grundleggjandi faklig og fak-didaktisk viðurskifti innan tøl, roknihættir og algebra.
• halda seg til galdandi lesiætlanir vivíkjandi tølum, roknihættum og algebra.
• velja viðkomandi undirvísingarevni innan tøl, roknihættir og algebra, og at meta um møguleikar og avmarkingar i fakligu og fakdidaktisku evnunum, sum verða vald.
• nýta hesa vitan til at fyrireika undirvísningargongdir innan tøl, roknihættir og algebra, umframt at meta um hesar og eftirmeta tær.
Próvtøkuháttur
Eftirmeting er bygd á framløgu.
Hvør lesandi hevur egna framløgu ,har hann greiður frá og eftirmetir møguleikar og avmarkingar í sínari undirvísingargongd
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Tann lesandi fær bókmentalista, tá skeiðið byrjar.