7466.15 - Lívfrøði til mið- og hádeild og starvslæra


Skeiðsnummar
7466.15
Heiti
Lívfrøði til mið- og hádeild og starvslæra
ECTS
20
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á Námsvísindadeildini.
Endamál
Á hesum skeiðnum skulu lesandi ogna sær grundleggjandi vitan um landafrøði og lívfrøði og knýta hesa til undirvísing.
Innihald
Ástøðiligi partarnir eru hesir: • Lívfrøði og frálærufrøði • Akademisk skriving • Biophilia undirvísingarhátturin • Kyknan, virkni og ílegur • Vistfrøði • Menning, soppar, plantur og dýr • Mannakroppurin Nýtsla av verkstovum, tøkni og tøknifrøði er partur av øllum skeiðnum.
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, starvsstovuroyndir, verkstovur, framløgur, starvslæra
Læruúrtøka
1) At siga frá hvussu tilgongdirnar í kyknunum síggjast aftur í livandi verum og í vistskipanum og hinvegin hvussu umhvørvið kann ávirka tilgongdirnar í kyknunum. 2) At knýta tilgongdir í kyknum og umhvørvi saman við evolutión av djóra- og plantusløgum. 3) At greina form og funksjón í mannakroppinum. 4) At nýta kreativitet, tøkni og verkstovur sum amboð at greiða frá lívfrøðiligum fyribrigdum.
Próvtøkuháttur
Møti- og aktiv luttøkuskylda er til skeiðið. 45% av próvtalinum verður latið fyri 3 smærri skrivligar uppgávur (tilsamans 4400 orð). Hvør teirra verður mett við í minsta lagi 70% fyri lívfrøðifakligt innihald, í mesta lagi 25% fyri didaktiskt innihald, og 5% fyri málburð. Skeiðið endar við eini uppgávu sum umrøður lívfrøði í verkstovum, starvslæru og frálærufrøði. Henda uppgávan telur 55% av samlaða próvtalinum, og verður mett við 30% fyri lívfrøðifakligt innihald, 65% fyri didaktiskt innihald, og 5% fyri málburð. Ritverkið skal vera á nøktandi akademiskum støði. Um ein lesandi ikki hevur møtt í minsta lagi 80%, ella ikki hevur luttikið aktivt, skal viðkomandi skriva eina avloysingaruppgávu, sum fevnir um tey evni, viðkomandi ikki hevur luttikið nøktandi í.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Kvammen, P.I., Lie, S., Nyhus, G.C., Vedum, T.V., og Ødegaard, T. (2014). Oppdag naturen. Biologi for lærere. Grnnskolelærerutdanning. Bergen: Fakbokforlaget: 1-549. Mohr, M. og Hanusardóttir, S. (2013). Fysiologi. Grundbók í arbeiðsfysiologi og venjingarfysiologi. Tórshavn, Nám: 1-270. Gaard, M. 2009. Lívfrøði til 7. flokk. Tórshavn, Nám: 1-141. Gaard, M. 2010. Lívfrøði 2. Tórshavn, Nám: 1-118. Gaard, M. 2011. Lívfrøði 3. Tórshavn, Nám: 1-123. Simon, E.J., Reece, J.B., og Dickey, J.L. (2010) Campbell Essential Biology. 3. útg. Benjamin Cummings (brot) Náttúra og Tøkni 1-2-3 (Næmingabøkur, arbeiðsbøkur og lærarabók) (Jensen, J-K og Sørensen, S. 2015. Færøernes fugle, fakta og tal. Forlagið í Støplum, Tórshavn.) (Joensen, H.D. 1989. Læknabók á sjógvi og landi. Bókagarður, Tórshavn.)
Ábyrgd
Erla Olsen