7517.16 - Handarbeiði 1


Skeiðsnummar
7517.16
Heiti
Handarbeiði 1
ECTS
15
Fortreytir
at lesandi er innskrivaður til linjuna, Hondarbeiði
Endamál
Tann lesandi verður før fyri at leggja til rættis fjøltáttaða undirvísing / virksemi, við atlit til mentan og umhvørvi, til ymiskar málbólkar – breiður didaktiskur førleiki á byrjunarstøði. Tann lesandi víðkar sína fatan og dugnaskap í lærugreinini – breiður fakligur førleiki á grundleggjandi støði.
Innihald
Ástøði: • grundleggjandi tilfarslæra, litlæra, kompositión og amboðsnýtsla • breiða fatan av søguliga og nútímans týdninginum av handarbeiði, og hvørjar broytingar eru hendar á økinum • breiða fatan av umhvørvisárinum á heimligum og globalum støði • grundleggjandi didaktiska vitan innan fakøkið • ástøði og royndir at leggja til rættis undirvísingarætlan / virkisætlan Handarbeiðstøkni Byrjanarroyndir innan: • ymisk handarbeiðsøki • ymiskar dekoratiónsmøguleikar • designprosess • endurnýtslu • handarbeiði við mentanarligum tilknýti
Læru- og undirvísingarhættir
Arbeitt verður ítøkiligt við tilfari og amboðum, og ástøðiligt við at lesa relevant tilfar, og skrivligari og munnligari refleksión hesum viðvíkjandi. Undirvísingin verður skipað soleiðis, at skift verður ímillum fyrilestrar, vegleiðing, einstaklingaarbeiði og bólkaarbeiði.
Læruúrtøka
• Førleiki at skilja tilfars-, amboðs- og litlæru, og duga at nýta hetta. • Førleiki at lesa handarbeiðsfakligt tilfar og meta um tað • Førleiki at reflektera yvir didaktiskar og námsfrøðiligar møguleikar fyri handarbeiði í fólkaskúlanum / námsfrøðiligum arbeiði. • Førleiki at meta um og velja ímillum ymisk tøkni og tilfar í mun til málbólk • Førleiki innan ymisk handarbeiðsøki á grundleggjandi støði. • Førleiki at skilja og nýta burðardygleika í handarbeiðshøpi
Próvtøkuháttur
• Undirvísingartilgongd fyri flokkinum • Skrivlig roynd við denti á viðgjørdu førleikarnar.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Noomi Reinert í Dali