7924.12 - Starvslæra í filmi


Skeiðsnummar
7924.12
Heiti
Starvslæra í filmi
ECTS
6
Fortreytir
Treytin fyri at sleppa í starvsvenjing er, at tann lesandi hevur tikið skeiðið “Filmur” og hevur latið inn próvverkevni um filmsgreining.
Endamál
Málið við starvsvenjingini er at royna undirvísing í filmsgreining í verki. Málið er at greina filmar saman við næmingunum og m.a. fáa greiði á, hvussu væl tað hepnast at greiða frá amboðunum, hvussu væl næmingar megna at brúka greiningaramboðini, og á hvørjum torleikastigi arbeitt eigur at vera.
Innihald
Tey lesandi taka í starvsvenjingini støði í skrivliga próvverkevninum, sum tey hava skrivað í skeiðinum ”Filmur”. Í skrivliga próvverkevninum hava tey lesandi skrivað undirvísingartilfar til starvsvenjingarskeiðið og lagt undirvísingarskrá fyri vikurnar til rættis. Undirvísingartilfarið miðar eftir at royna øll grundleggjandi filmsgreiningaramboð í verki
Læru- og undirvísingarhættir
Tey lesandi eru í starvsvenjing í 2 vikur, har tey undirvísa einum fólkaskúlaflokki í 10 tímar hvørja viku. Tey lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku
Læruúrtøka
Lesandi, ið hevur staðið starvsvenjing í filmi sum parti av BA-prógvi á Námsvísinda-deildini, hevur, tá ið skeiðið er lokið, fingið grundleggjandi innlit í frálæru av filmsgreining fyri fólkaskúlanæmingum. Við hesari vitan skal tann lesandi vísa: • At hann dugir at flætta filmar inn í fólkaskúlaundirvísing • At hann megnar at orða seg vandaliga, hevur gott orðalag og stavar rætt At hann dugir at skipa undirvísing í filmi á hegnisligan hátt
Próvtøkuháttur
So hvørt sum skeiðið líður, fáa tey lesandi at vita, hvat vegleiðarar halda um frálærutilfar, skrá og frálæru. Eftir skeiðið verður munnlig próvframløga um starvsvenjingina saman við filmslærara, føroysktlærara, próvdómara og starvslærara
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Elin Hentze