7101.11 - Vísindaástøði


Skeiðsnummar
7101.11
Heiti
Vísindaástøði
ECTS
4,5
Fortreytir
Tann lesandi er innskrivaður á Námsvísindadeildini
Endamál
Endamálini við skeiðnum eru hesi: (1) Tey lesandi skulu fáa innlit í ástøði, hugtøk og fyribrigdi úr evropeiskari vísindasøgu og læra at skyna ímillum tær vísindaligu stevnur, ið mynda vísindaliga kjakið. (2) Tey lesandi skulu læra at vera vandin, tá ið tey lesa, tulka og brúka ástøði. (3) Tey lesandi skulu gerast tilvitað um, at ongin gransking er partleys, men at granskingarspurningar harafturímóti altíð taka støði í eini ávísari fatan av, hvat vitan er, og hvussu álítandi vitan fæst til høldar. (4) tey lesandi skulu skilja, hvussu vísindaligar frágreiðingar – tilvitað ella ótilvitað – eru knýttar at sjónarmiðum um menning, uppaling, undirvísing og læring. Og (5) tey lesandi skulu byrja at knýta vísindaligar stevnur og atlit til yrkisøkinum hjá námsfrøðingum og lærarum.
Innihald
Tey evni, ið verða viðgjørd, eru: 1) Allýsing av vísindaástøði og vísindaástøðiligum hugtøkum, serliga tá hugsað verður um samfelagsvísindi, ið eru lærarum og námsfrøðingum viðkomandi 2) Viðgerð av vitan og sannkenning, við serligum atliti til hugtøk so sum epistemologi, ontologi, induksjón og deduksjón 3) Breið gjøgnumgongd av vesturlendskari vísindasøgu, við serligum atliti til paradigmuástøðið hjá Thomas Kuhn 4) Fjølbroytni og nýggj rák innan vísindi í postmodernitetinum, við serligum atliti til hvussu hesi rák ávirka lærarayrki og námsfrøðingayrki 5) Gjøgnumgongd av úrvaldum vísindaligum stevnum, ið eru lærarum og námsfrøðingum viðkomandi (m.a. positivisma, hermeneutikkur, fenomenologi, konstruktivisma og sosialkonstruktivisma) 6) Ástøðilig og praktisk lýsing av hvussu kvantitativ og kvalitativ háttaløg kunnu nýtast í vísindi og í dagliga arbeiðinum hjá námsfrøðingum og lærarum
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðsinnihald: fyrilestrar, kjak/orðaskifti, bólkaarbeiði og framløgur. Bólkaarbeiðið fatar bæði um innanhýsis kjak um ávís viðkomandi evni og framløgur, sum limirnir í bólkunum í felag fyrireika og framføra. Ein stórur partur av skeiðnum snýr seg eyðvitað um sjálvlestur, har lesandi einsæris ella í bólkum lesa pensumtilfar og aðrar viðkomandi bókmentir.Lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi: • hava skilt, hvønn leiklut vísindaástøði hevur fyri teirra heimsfatan og mynd av arbeiðinum og gerandisdegnum hjá lærarum og námsfrøðingum • hava nomið sær vitan um grundleggjandi tættir í vísindaligum arbeiði og forkláringum (so sum fatan av sannleika, veruleika, prógvi og áliti) og megna at leggja eitt argument ella eina hypotesu fram, sum tekur atlit til hesi viðurskifti • skilja og megna at brúka lyklahugtøk úr modernaðum vesturlendskum vísindum, so sum positivismu, relativismu, empirismu og rationalismu • hava ognað sær ein kritiskan og “refleksivan” hugsanarhátt at brúka tá “vitan” og “granskingarúrslit” skulu tulkast, eftirmetast og møguliga eisini skapa grundarlag fyri einari strategi á námsfrøðiliga yrkisøkinum. • hava ognað sær eina djúptøkna og fjølbroytta fatan av týdninginum, sum hugvísindi - sum heimsfatan og grundregla - hava havt og framvegis hava fyri námsfrøðingar og lærarar. • hava lært at brúka ástøðilig hugtøk og vísindaligt mál sum amboð til at lýsa, viðgera og greina etiskar og mentanarligar tvístøður í kontekstum, sum natúrliga hoyra til arbeiðsøkini hjá námsfrøðingum og lærarum. • hava fingið avísar royndir í at fyrireika og fremja smáar granskingarverkætlanir, sum kunnu brúkast sum grundarlag fyri ástøðiligari og praktiskari menning á arbeiðsplássum hjá námsfrøðingum og lærarum.
Próvtøkuháttur
Eftir lokið skeið, sita tey lesandi eina skrivliga roynd. Royndin varar 4 tímar og skulu tey lesandi svara 1 av 3 ella 4 spurningum. Nærri kunning um próvtøkuna verður givin í skeiðnum. Eftirmetingarúrslit: Vit nýta innanhýsis eftirmeting. Próvtal verður givið eftir galdandi próvtalsstiga. • Dugir tann lesandi at draga vísindaástøðilig hugtøk, sjónarmið og fyribrigdi inn í svarið • Megnar tann lesandi at vísa á sambindingina millum vísindaástøði og námsfrøðiligt arbeiði í stovnum og skúlum • Nýtir tann lesandi góða og viðkomandi próvførslu • Er svarið væl skipað • Nýtir tann lesandi greiðan málburð, setningsbygnað og stavseting
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Ábyrgd
Poul Fossdal Guttesen