7211.12 - Sálarfrøði, lærarar


Skeiðsnummar
7211.12
Heiti
Sálarfrøði, lærarar
ECTS
15
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á námsvísindadeildini
Endamál
Undirvísingin í sálarfrøði skal síggjast sum sjálvstøðugur og tó samfastur partur av undirvísingini í námsfrøði og almennari didaktikk. Tey lesandi fáa innlit í nakrar útvaldar tættir í sálarfrøðiligum vísindum, ið hava serligan týdning fyri lærarayrkið. Holl vitan um hvussu næmingar búnast, læra, hugsa og samskifta skal styðja og vegleiða tí einstaka lesandi, tá ið hesin í framtíðini skal leggja undirvísing til rættis, fremja undirvísing í verki, eftirmeta undirvísing og skjalfesta undirvísingartilgongdir og undirvísingarúrslit.
Innihald
Skeiðið er í sjey pørtum. Hvør partur hevur sítt egna evnisinnihald. Partarnir byggja á hvønn annan, og teir verða leinkjaðir sum frá líður. Partarnir eru hesir: - Sálarfrøði sum fakøki og vísindi - Menningarsálarfrøði - Læringar- og kognitiónssálarfrøði - Persónsmenskusálarfrøði – við serligum atliti at persónsmenskuni hjá lærarum og næmingum - Sosial- og diskurssálarfrøði - Klinisk sálarfrøði og inkluderandi námsfrøði - Starvslæra
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, cooperativar undirvísingartilgongdir, arbeiði við útvaldum casum, kjakbólkar, sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur, ymiskar skrivi- og teknivenjingar, einstaklings- og bólkaframløgur, ið verða skipaðar eftir ymiskum leisti. Lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna • at seta orð á, hvat eyðkennir sálarfrøði sum vísindi, og hvat eyðkennir tey háttaløg, ið eru miðdepils í sálarfrøðiligum arbeiði • at geva eina breiða lýsing av, hvussu børn mennast, og hvussu ávikavist arvur og umhvørvi (eisini skúlaumhvørvi) ávirka hesa menning • at skilja ímillum og at samanbera ymisk grundleggjandi læringsástøði og duga at kjakast um, hvussu næmingar læra, og hvør skyldskapurin er millum hugtøkini undirvísing og læring • at greiða og greina tann logikk, sum okkara skúlaskipan ella skúladiskursur byggir á • at meta um sína egnu persónsmensku, og hvat ein sjálvur serliga skal arbeiða við fyri at gerast ein góður lærari • at leggja eina undirvísingarætlan til rættis, ið bregdar saman sálarfrøðiliga vitan og ítøkiligar didaktiskar ætlanir og grundgeva fyri, hvussu ein ítøkilig undirvísingartilgongd kann skipast. T.e. hví velji eg at arbeiða við júst hesum evni, innihaldi, undirvísingarhátti og eftirmetingarleisti í júst hesi lærugreinini í júst hesum flokkinum? • at fremja eina ítøkiliga undirvísingarætlan í verki og meta við kritiskum eyga um, hvat gekk væl; hvat gekk minni væl; hví tað gekk, sum tað gekk; og hvat ein kann gera øðrvísi eina aðru ferð
Próvtøkuháttur
Áðrennskeiðiðendar skal hin lesandi skriva einaspurdómsstýrda synopsis. Próvtøkusynopsanverðurskrivað í felagsgreininisálarfrøði, námsfrøði og almennari didaktikk og skal annaðhvørt taka støði í ella vísa til starvslæruna. Undirvísingarætlan - ella partur av undirvísingarætlan - skal leggjastvið sum fylgiskjal. Próvtøkusynopsankannskrivast og verjast í bólki. • Einlesandi 5 blaðsíður • Tveylesandi 7 blaðsíður • Trýlesandi 9 blaðsíður
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Tey lesandi fáa lestrarlistan, tá ið skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Hans Harryson