7247.10 - Ráðstevna um náttúruvísindi


Skeiðsnummar
7247.10
Heiti
Ráðstevna um náttúruvísindi
ECTS
2
Endamál
Málið við ráðstevnuni er, at lesandi venja seg at fyrireika, gjøgnumføra og eftirmeta ein ráðstevnu. Í hesum sambandi skulu tey at vísa, at tey megna at standa á egnum beinum og arbeiða sjálvsstøðugt, men samstundis eisini duga at samstarva við onnur. Lesandi skulu eisini venja førleikan at miðla fakligt tilfar, m.a. við at framleiða skrivligt tilfar og/ella at halda ein fyrilestur fyri mongum áhoyrarum. Her verða eisin evnini at stíga fram, at stýra og refera, vand.
Innihald
Innihaldið á ráðstevnuni skal fevna um eitt náttúrufakligt tema, sum er relevant og spennandi í undirvísingarligum samanhangi, serliga í mun til fólkaskúlan, men kann tó eisini venda sær til onnur lesandi. Avgerðin um tema og innihald verður tikin av lesandi og undirvísarum í felag. Lesandi fyriskipa sjálv øllum viðurskiftum sum hava við skipanini av ráðstevnuni, herundir t.d. innbjóðing til ráðstevnu-luttakarar, val av evt. eksternum fyrilestrarhaldarum og/ella verkstaðarleiðarum, mati, hýsing o.s.fr. Aftaná ráðstevnuna verður frágreiðing (rapport) skrivað og útgivin av teim lesandi. Í frágreiðingini verða fyrilestrar og evt. verkstaðar-úrslit, og ymiskt annað relevant tilfar frá ráðstevnuni, t.d. ein eftirmeting, savnað.
Próvtøkuháttur
Hesin útbúgvingarparturin verður mettur staðin/ikki staðin. Til tess at standa henda part verður kravt, at hin lesandi uppfyllir luttøkukrøvini, sum fevna um avtalaðar uppgávur og í nøkrum førum um møtiskyldu, t.d. til fyrilestrar, verkstaðararbeiði o.s.fr. Undirvísararnir meta, um luttøkukrøvini til hvønn einstakan lesandi eru uppfylt.