7282.13 - Burðardyggleiki


Skeiðsnummar
7282.13
Heiti
Burðardyggleiki
ECTS
15
Endamál
Endamálið er, at lesandi gjøgnum skeiðið fáa breiðan kunnleika um og fatan av hugtakinum “Burðardygd” sum eitt hugtak, ið viðkemur øllum borgarum, og at lesandi ogna sær didaktiskar førleikar at undirvísa í temanum “burðardygd”, herundir at nýta fjøltáttaðar, ymsar læruhættir.
Innihald
Innihaldið á skeiðnum snýr seg um hesi viðurskifti • Menna, gjøgnumføra og eftirmeta undirvísingar-/lærutilgongd sum skal roynast í starvslæru í burðardygdarskeiðnum. • Burðardygd í ESD-skúlum, og í føroyska fólkaskúlanum • Ymsar skilmarkingar og fatanir av hugtakinum “burðardygd” • Týdninginum av javnvág í natúrligum ringrásum og prosessum • Burðardygg orka • Burðardygd í føroysku fiskivinnuni • Burðardygg turisma • Starvslæra (30 undirvísingartímar) við yvirskipaða temanum “burðardygg orka”.
Læru- og undirvísingarhættir
• Undirvísing, upplegg og fyrilestrar frá lærarum og lesandi, og sjálvstøðugt verkætlanararbeiði. Praksislæring í starvslærutíðini. Og bólkakjak í serligum kjakforumi undir starvslærutíðarskeiðnum
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi duga at: • menna, gjøgnumføra og eftirmeta undirvísingar- og lærutilgongdir um burðardygd • brúka ymsar læruhættir í undirvísingar-/læringshøpi, herundir skipaða nýtslu av sjálvsstøðugum, spurdómsstýrdum verkætlanararbeiði, royndum, savnsvitjanum, eygleiðingum, dokumentatión og øðrum háttaløgum. • brúka sín kunnleika um burðardygdarhugtakið og vitan um náttúrligar prosessir og ringrásir í starvslæruhøpi • gjøgnumføra eina didaktiska tilgongd Í starvslæruni, har krøvini, umframt tey almenn- og fakdidaktisku, eisini eru at tey nýta KST, royndir, savnsvitjanir, ekskursiónir og upplivingar sum partar av undirvísingar-/lærugrundarlagnum
Próvtøkuháttur
Lesandi, einsæris ella í bólki, skulu skriva eina størri, skrivliga spurdómsstýrda verkætlanaruppgávu (lýst í serligum uppgávuskjali, har sjálv verkætlanaruppgávan sameinir fak, fakdidaktikk og praksis, sum eru partar av metingar-grundarlagnum). Stendur lesandi ikki, skal hann skrivað nýggja uppgávu við somu treytum og krøvum sum hin fyrra. Freistin fyri innlatingini til endurmeting verður sett av
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Ábyrgd
Mikkjal Petur Fríðálvur Mikkelsen