7397.15 - Bókmentir 2000-nýggjastu bókmentir - framhald


Skeiðsnummar
7397.15
Heiti
Bókmentir 2000-nýggjastu bókmentir - framhald
ECTS
10
Fortreytir
At tann lesandi er innskrivaður á Námsvísindadeildina
Endamál
Málið við skeiðinum er at lýsa føroyskar bókmentir úr einum frálærufrøðiligum sjónarhorni. Tey lesandi skulu fáa førleika og amboð at lýsa ymiskar læringarhættir og tíðarskeið og vísa á, hvørjir læringarmøguleikar eru í tekstinum og hvørji tíðareyðkenni síggjast aftur og eru umboðað í skaldskapinum.
Innihald
Skeiðið er ein gjøgnumgongd av føroyskum bókmentum úr bókmentaligum og lærugreinarfrálærufrøðiligum sjónarhorni. Bókmentir, sum eyðkenna tíðarskeiðið verða gjøgnumgingnar og settar í norðurlendskan og evropeiskan samanhang. Tann lesandi skal gerast tilvitað/ur um, at ymiskir tekstir krevja ymiskar lesihættir, og tey skulu ogna sær evnini at meta um, hvørja tekstmóttøku ávísir tekstir kunnu fáa hjá næmingunum og at leggja undirvísingina til rættis við tí í huga. Tann lesandi skal kunna við støði í lærugreinaligarfrálærufrøðini greina og tulka tekstir úr øllum sjónarhornum og øllum lesihættum og seta hann í ein tíðar- og ráksamanhang.
Læru- og undirvísingarhættir
Skift verður millum fyrilestrarlíknandi dialogiska frálæru, bólkaarbeiði og studentaframløgur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi duga at vísa á, greiða frá, meta um og leggja til rættis frálærutilfar og frálærugongdir í bókmentaligum lestri. Eisini skal hon/hann duga at meta um fakligu dygdina í valda tilfarinum og hvørji háttaløg og hvørjir eftirmetingarhættir eru egnaðir ella ikki egnaðir til valda frálærutilfarið og undirvísingargongd.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í 6 tímar, har øll hjálpartól eru loyvd. Atgongd verður til Moodle, har uppgávan verður sett, og orðabøkur Sprotans.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Vár í Ólavsstovu