7577.19 - Heilsa og rørsla, anatomi og 5 vikur starvslæra


Skeiðsnummar
7577.19
Heiti
Heilsa og rørsla, anatomi og 5 vikur starvslæra
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi hevur staðið fyrru skeiðini í ítróttarlinjuni
Endamál
Endamál við skeiðinum er at venja tey lesandi til at undirvísa í ítrótti í fólkaskúlanum.
Innihald
- Luttøka í skeiðinum "Fit First 10" - Luttøka í skeiðinum "11 for Health" - Luttøka í skeiðinum "Football Fitness" - Luttøka í altjóða ráðstevnuni “Football is Medicine” - Anatomi í sambandi við at gera styrkivenjingaprogramm. - Starvslæra í fimm vikur í fólkaskúlanum umframt fyrireiking og eftirmeting. - Námsætlanirnar til ítrótt í fólkaskúlanum - Leggja til rættis undivísingargongdir til ymsikar flokkar i fólkaskúlanum.
Læru- og undirvísingarhættir
- Floksundirvísing, fyrilestrar, orðaskifti, bólkaarbeiði, ekskursiónir, altjóða ráðstevna, skeið.
Læruúrtøka
Tey lesandi: - Tey lesandi fáa innlit í, hví ítróttur hevur sera stóran týdning fyri kropsligu og sálarligu heilsuna hjá fólki. - Grundgeva undivísing, sum tekur støði í næmingunum og stuðlar lærutilgongdir næmingarnna í síni tilognan av vitan ígjøgnum ymsar ítróttir. - Leggja til rættis, fremja og eftirmeta kveikjandi ítróttaundirvísing, sum fær næmingarnar at taka lut av fullum huga, og at næmingarnir menna støðisførleikarnar: at samskifta, at virða, at kanna og at skapa. Grundgeva undirvísing bæði úr fakligum, fakdidaktiskum og almenn didaktiskum sjónarmiði.
Próvtøkuháttur
Eftirmetingin byggir á skrivliga uppgávu við støði í starvslæruni og didaktiskum ástøði. Uppgávan skal taka støði í heilsuperspektivinum: - Frágreiðing um týdningin, rørsla hevur fyri heilsuna - Frágreiðing um , hvussu heilsuperspektivið er lagt inn í undivísingina. - Meting av støðuni, heilsuperspektivið hevur í mun til onnur perspektiv, sum hava týdning í ítróttaundirvísing. Sum dokumentatión skal sum skjal til uppgávuna liggja í minsta lagi 3 loggbøkur frá starvslæruni við eygleiðingum, reflektiónum og viðmerkingum, sum eru gjørdar í starvslærutíðini. Uppgávan skal telja. 9 síður +/- 10%, um hon verður skrivað einsæris, 12 síður +/- 10%, um hon verður skrivað í bólki. Væntað verður, at víst verður til tilfar frá øllum skeiðum á linjuni, og at ið hvussu er 3 síður snúgva sum um tilfarið frá ráðstevnuni og skeiðsdøgunum “Football is medicine”. Um skrivað verður í bólki saman við lesandi, sum taka 10 ECTS skeiðið um heilsu og rørslu, anatomi og 3 vikur starvslæru, skal tann lesandi skriva eina eyka 3 síður uppgávu um tilfarið frá ráðstevnuni og skeiðsdøgunum “Football is medicine”.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Asbjørn Gjerset Red.: Idrættens træningslære. 3. udg. København 2019 Magni Mohr og Svanna Hanusaradóttir: Fysiologi – Grundbók í arbeiðsfysiologi og venjingarfysiologi. Nám 2013. Jan Kahr Sørensen og Rasmus Pøckel (red.): Idræt C – teori i praksis, 4. udg. Systime 2005-2018 Helle Rønholt og Birger Peitersen (red.): Idrætsundervisning – En grundbog i idrætsdidaktik, 2. útg. 5. upplag. Institut for idræt, Københavns Universitet 2014 Námsætlanirnar Skeiðstilfar frá skeiðinum ,,Sport is Medcine”
Ábyrgd
Svanna Hanusardóttir