7583.17 - Starvslæra, ítróttur


Skeiðsnummar
7583.17
Heiti
Starvslæra, ítróttur
ECTS
7,5
Fortreytir
At lesandi er innskrivað á NÁD
Endamál
Endamálið við hesari starvslæruni er, at tey lesandi • hugsavna seg um linjugreinina ítrótt burturav, hvussu tey skulu undirvísa einum ávísum flokki í lærugreinini ítróttur (t.e. fakdidaktikkur). • gerast tilvitað um, hvat tað er at vera lærari í dagsins samfelag, og hvussu tey sjálvi roynast sum lærarar, sum nú er (t.e. almennur didaktikkur). • Fáa betri innlit í, hvussu undirvíst verður og føra tað út í lívið.
Innihald
• Undirvíst verður í ítrótti eftir teimum ársætlanum, sum avvarandi lærarar hava gjørt • Tann lesandi skal fáa eina ábending um, hvat eyðkennir skúlan sum arbeiðsøki og arbeiðspláss. Harumframt skal tann lesandi seta seg inn í námsætlanir og lesiætlanina fyri lærugreinina. • Tann lesandi skal fáa kunnleika um (1) hvussu undirvísing verður løgd til rættis, (2) hvussu undirvísing verður framd í verki, (3) hvussu undirvísing verður eftirmett, og (4) hvussu undirvísingartilgongdir og undirvísingarúrslit verða skjalfest. • Tann lesandi skal menna sín førleika at meta um persónligu-, sosialu-, og fakligu fortreytirnar hjá teimum næmingum, ið hann skal vara av og undirvísa.
Læru- og undirvísingarhættir
Starvslæra, uppgávuskriving og framløga
Læruúrtøka
Tann lesandi skal vera førur fyri at : • leggja undirvísingarskrá til rættis hóskandi til aldursbólkin, tey undirvísa • samstarva í toymi bæði í fyrireiking og í verki • gjøgnumføra og eftirmeta undirvísingarskrá í ítrótti. • kritiskt og ástøðiliga viðgera útvaldar tættir í undirvísingarskránni í starvslæruni.
Próvtøkuháttur
Starvslærufrágreiðing og framløga (í bólki)
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Anna Maiken Gásadal