7588.19 - Arbeiðs- og venjingarfysiologi, einstaklingsítróttur og uttanduraítróttur


Skeiðsnummar
7588.19
Heiti
Arbeiðs- og venjingarfysiologi, einstaklingsítróttur og uttanduraítróttur
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á Námsvísindadeildini
Endamál
Endamál er: - at tey lesandi sjálv læra grundleggjandi rørslur í einstaklinga ítróttargreinum og í uttanduraaktivitetum, sum eru fortreyt fyri fjølbroyttum rørslumynstrum, og hvussu hesi kunnu setast saman til fremjandi læringstilgongdir. - at læra, hvussu kroppurin virkar í hvíld og arbeiði, og hvussu ymisk sløg av venjing/rørslu ávirkar kroppin og hví.
Innihald
- Arbeiðsfysiologi og venjingarfysiologi: Evni: andaleiðin, blóðrenslið, nervalagið, vøddar, evnaskiftið, hitajavnvág, aerob venjing, anaerob venjing, styrkivenjing, liðiligheitsvenjing, upphiting, teknikkvenjing og koordinatiónsvenjing. Starvsstovuroyndir: nervaleiðingar-ferð, mental venjing og máting av maksimalari VO2 - Einstaklingaítróttur: badminton, borðtennis, skúmtennis, parkour, frælsur ítróttur - Uttandura aktivitetir: frælsur ítróttur, parkour, slagbóltspøl
Læru- og undirvísingarhættir
- Floksundirvísing: fyrilestrar, orðaskifti, bólkaarbeiði, ekskursiónir, starvsstovurroyndir, filmsklipp, - kropslig venjing fyri tey lesandi - í bólkum leggja tey lesandi undirvísing til rættis, sum tey sjálv síðan standa fyri.
Læruúrtøka
- Við grundleggjandi teoretiskari vitan í arbeiðs- og venjingarfysiologi at fáa førleika og amboð til at greina kvalitet á kropsrørslum og læringstilgongdum. At gagnnýta tekniska útgerð t.d. puls-ur, mátitól til nervaleiðingar-ferð, sum kunnu stimbra motivatiónina. - Í tí pratiska partinum at fáa grundleggjandi kropsligar førleikar í einstaklinga ítróttagrein og uttanduraaktivitetum og at kunna leggja undirvísing til rættis eftir ávísum endamáli.
Próvtøkuháttur
Teoretiskur partur: Fáa ávíst tal av uppgávum at fyrireika heima og síðan á próvtøkudegnum at taka ein spurning, sum tey uttan fyrireikingartíð skulu próvhoyrast í. Praktiskur partur: Upp í einari einstaklingaítróttagrein, sum undirvíst hevur verið í, og einum uttanduraaktiviteti, sum er fyrireikaður í bólki.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Magni Mohr og Svanna Hanusaradóttir: Fysiologi – Grundbók í arbeiðsfysiologi og venjingarfysiologi. Nám 2013.