7602.14 - Talgild og náttúruvísindalig lærufrøði (didaktikkur)


Skeiðsnummar
7602.14
Heiti
Talgild og náttúruvísindalig lærufrøði (didaktikkur)
ECTS
10
Endamál
At lesandi ogna sær førleika at gagnnýta kunningar- og samskiftistøkni (KST) og margmiðlar innan náttúruvísindaliga lærufrøði (didaktikk)
Innihald
• Teldlar sum íblástur til undirvísing í náttúruvísindum • Ymsar fatanir av náttúruvísindalærufrøði (-didaktikki) • KST sum amboð innan náttúruvísindalig háttaløg generelt, og eisini sum serstakt lærufrøðiligt (didaktiskt) amboð • KST sum samskiftis- og samstarvsamboð • At nýta málbúnar so sum film og animasjón í sambandi við náttúrufaksundirvísing • Kunnleika til og duga at nýta samvirknar talvur tøkniliga og lærufrøðiliga (didaktist) • At nýta KST til fakliga dokumentasjón
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, verkstova, framløgur, bólkaarbeiði, margmiðlaframleiðsla, kunningartøkni
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu lesandi vera før fyri: 1) at brúka fjølbroyttar undirvísingarhættir innan náttúruundirvísing 2) at nýta mennandi spøl sum part av náttúruundirvísing 3) at leggja til rættis, fremja, dokumentera og eftirmeta undirvísing grundað á talgilt tilfar 4) kritiskt at meta um møguleikar og avmarkingar fyri talgildari læring innan náttúrufaksundirvísing
Próvtøkuháttur
Møti- og aktiv luttøkuskylda er til skeiðið. Um tann lesandi hevur møtt minni enn 80% av tímunum, skal hon/hann harumframt standa eina fleirsvara- uppgávu við 60 spurningum úr øllum pensum, har í minsta lagi 40 spurningar skulu vera rætt svaraðir. Gjøgnum skeiðið hava tey lesandi framløgur og smærri uppgávur, sum allar skulu vera svaraðar og góðtiknar fyri at standa skeiðið. Skeiðið endar við uppgávu, har tey lesandi í bólki skulu gera eina lærufrøðiliga margmiðlaframløgu um tær verkætlanir tey hava gjørt higartil á breytini. – Stendur lesandi ikki, skal hann – við støði í supplerandi krøvum frá undirvísarunum – bøta um avrikið, so at tað kann metast av nýggjum. Freistin fyri innlatingini verður ásett av útbúgvingarleiðaranum.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Verður útflýggjað við skeiðsbyrjan.