7605.16 - Náttúran, veður og veðurlag


Skeiðsnummar
7605.16
Heiti
Náttúran, veður og veðurlag
ECTS
13
Fortreytir
Lesandi er innskrivaður á Námsvísindadeildina
Endamál
At tey lesandi fáa eina grundleggjandi fatan av føroysku veðrinum og náttúruni, síggja lærumøguleikar í umhvørvinum bæði í og kring skúlan, og kenna seg trygg við at nýta náttúruna í undirvísingarhøpi.
Innihald
Um undirvísing: Portfoliur, Vent flokshøli/læring, Akademisk skriving, Fjølvitskur, Vísindaverkstovur Um veður og veðurlag: Sólin sum drívmegi, Veðurlagsbroytingar, Lágtrýst og hátrýst Um náttúru og útiskúlar: Møguleikar og vandar uttandura, Fuglar, Menning av dýrum, Útiskúlar, Føroyska náttúran
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, framløgur, útferðir, venjing í útiskúla, bólkaarbeiði, kunningartøkni, vísindaverkstovur
Læruúrtøka
1) At leggja til rættis, gjøgnumføra og eftirmeta ein dag í útiskúla 2) At nýta mennandi spøl og vísindaverkstovur sum part av náttúruundirvísing 3) At lýsa og greina føroyska veðrið og náttúruna, við teimum djórum, plantum og soppum, sum liva har
Próvtøkuháttur
Møti- og aktiv luttøkuskylda er til skeiðið. Skeiðið verður próvmett við skrivligari uppgávu (6-8 síður) um vísindaverkstovur, umframt eini munnligari próvtøku um útiskúlar.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Armstrong, Thomas (2004) Læsning og skrivning med mange intelligenser, 1. útg., kap. 1 og 9, s. 18-34, og s. 164-179. Armstrong, Thomas (2009) Multiple Intelligences in the Classroom. 3. útg. Alexandria, VA: ASCD® (kap. 1, 2, 10) (Avoldað donsk útgáva finst, men hon má lesast við fyrivarni. Er frá 1994, í danskari týðing frá 2005). – Síðutøl í ensku útgávuni: kap. 1 – The foundations of MI Theory 5-19, kap. 2 – Mi Theory and Personal Development s. 20-31, kap. 10 MI Theory and Assessment, s. 130-148. Bentsen, P. (2010). Udvid skolens læringsrum. Skolen i morgen 6: 10-14. Broda, H.W. (2011). Moving the Classroom Outdoors: Schoolyard-Enhanced Learning in Action. Stenhouse Publishers. Cornell, J. (1998) Sharing nature with children: the classic parents’ and teachers’ nature awareness guidebook, 2nd ed. Dawn Publications, Nevada City. Jens Vestergaard: Soppar Leif Strandberg (2013) Vygotski í verki. (brot) Meyer, M. (1997) The GREENing of learning: Using the eight intelligence. Teaching for Multiple Intelligences 55(1): 32-34. Sørensen og Bloch: Fuglar Føroya Náttúra, kap. 1 og 10.
Ábyrgd
Erla Olsen