7682.16 - Starvslæra, skúlabúgving/innskúling


Skeiðsnummar
7682.16
Heiti
Starvslæra, skúlabúgving/innskúling
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á Námsvísindadeildina
Endamál
Hetta skeiðið fara tey lesandi at nema sær kunnleika um teir sosialu, fakligu og kreativu partarnar í námsfrøðiliga arbeiðinum, har atlit skal takast til praksis. Í starvslæruni skulu tey lesandi (1) ogna sær vitan um, hvussu ein arbeiðir við børnum, ið eru skúlabúgvingar- og/ella innskúlingaraldri og (2) menna førleikar at skipa námsfrøðiligt/didaktist virksemi, ið bæði fakliga, didaktiskt, sosialt og kreativt er rættað ímóti málbólkinum.
Innihald
• Didaktiska tilgongdin í mun til lógarverki/námsætlanir – ársætlanir. • Undirvísingarhættir • Fyrireiking til starvslæruna • Næmingatillaga undirvísing • Undirvísingartilfar - føroykst og útlenskt tilfar. • Eftirmeting
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, einsæris uppgávur, framløgur, vegleiðing, starvslæra og eftirmeting.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu tey lesandi megna at: • greina og tulka ymsar arbeiðs- og undirvísingarhættir og undirvísingartilfar í mun til fyrireiking av starvslæruna. • fyrireika og fremja eina undirvísingartilgongd og vísa samanhangin millum undirvísingartilgongdir og ársætlan. Hetta skal gerast við støði í børnunum/næmingunum og í samstarvi við starvslæraran. • Eftirmeting - Eftirmeta undirvísingartilgongdina. • Greina og tulka praksisroyndir við støði í einum ástøðiligum grundarlagi.
Próvtøkuháttur
Tey lesandi skriva eina einsæris synopsu, sum er útgangsstøði fyri eina munnliga próvtøku. Endurpróvtøkan verður á sama hátt.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Rúna í Skála