7687.18 - Skúlabúgving/Innskúling, Starvslæran


Skeiðsnummar
7687.18
Heiti
Skúlabúgving/Innskúling, Starvslæran
ECTS
10
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður til lestur á NÁD
Endamál
Hetta skeiðið skulu tey lesandi fyrireika eina menningarætlan/undirvísingarætlan fyri starvslæruna, har atlit skal takast til teir sosialu, fakligu og kreativu partarnar í námsfrøðiliga arbeiðnum/undirvísingini, sum skal gjøgnumførast í starvslæruni. Í starvslæruni skulu tey lesandi (1) ogna sær vitan um, hvussu ein arbeiðir við børnum, ið eru skúlabúgvingar- og/ella innskúlingaraldri og (2) menna førleikar at skipa pedagogiskt virksemi ella undirvísing, ið bæði fakliga, didaktiskt, sosialt og kreativt er rættað ímóti málbólkinum.
Innihald
• Didaktiska tilgongdin í mun til lógarverki/námsætlanir – ársætlanir • Didaktikkur og didaktiska tilgongdin • Fyrireiking til starvslæruna • Næmingalaga undirvísing – taka atlit til ta einstaka barnið • Undirvísingartilfar - føroykst og útlenskt tilfar. • Eftirmeting
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, einsæris uppgávur, framløgur, vegleiðing, starvslæra og eftirmeting.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu tey lesandi megna at: • greina og tulka ymsar arbeiðs- og undirvísingarhættir og undirvísingartilfar í mun til fyrireiking av starvslæruna. • fyrireika og fremja eina undirvísingartilgongd og vísa samanhangin millum undirvísingartilgongdir og ársætlan Hetta skal gerast við støði í børnunum/næmingunum og í samstarv við starvslæraran og starvslæruvegleiðaran. • Eftirmeting - Eftirmeta undirvísingartilgongdina. • Greina og tulka praksisroyndir við støði í einum ástøðiligum grundarlagi.
Próvtøkuháttur
Tey lesandi skriva eina synopsis einsæris, sum er útgangsstøði fyri eina munnliga próvtøku. Synopsan skal leggja eitt ástøðiligt grundarlag fyri kjakinum í munnligu próvtøkuni, sum skal tvinnast saman við royndunum frá starvslæruni. Endurpróvtøkan verður á sama hátt.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Annika Antoniussen