7692.14 - Undirvísing í innskúlingini og starvslæran


Skeiðsnummar
7692.14
Heiti
Undirvísing í innskúlingini og starvslæran
ECTS
15
Endamál
Hetta skeiðið fara tey lesandi at nema sær kunnleika um undirvísing í innskúlingini við støði í einum didaktiskum sjónarmiði. Atlit verður tikið til teirsosialu, fakligu og kreativu partarnar í undirvísingini. Í starvslæruni skulu tey lesandi (1) ogna sær vitan um, hvussu ein arbeiðir við børnum, ið eru skúlabúgvingar- og/ella innskúlingaraldri og (2) menna førleikar at skipa pedagogiskt virksemi, ið bæði fakliga, didaktiskt, sosialt og kreativt er rættað ímóti málbólkinum.
Innihald
• Málmenning, málslig tilvitan sum ein fyritreyt fyri lesing, byrjanarfrálæra í lesing og skriving • Støddfrøðiliga grundarlagi – talfatan og mongdir. • Tað fakliga býti í innskúlingini • Tvørfakligt samstarv • Koblingin millum barnagarð, skúla og frítíðarskúla • Didaktiska tilgongdin í mun til lógarverki/námsætlanir – ársætlanir. • Undirvísingarhættir • Fyrireiking til starvslæruna • Næmingatillaga undirvísing • Undirvísingartilfar - føroykst og útlenskt tilfar. • Eftirmeting
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, einsæris uppgávur, framløgur, vegleiðing, starvslæra og eftirmeting.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skulu tey lesandi megna at: • viðgera og lýsa kritiskt hvørji grundleggjandi faklig sjónarmið eyðkenna undirvísingina í føroyskum máli og støddfrøði • fyrihalda seg verkliga og ástøðiliga til fakini við støði í lógum, námsætlanum og reglugerðum. • Greina og tulka koblingina millum skúla og frítíðarskúla við atlit til týdningin av samstarvi/tvørfakligum samstarvi, • greina og tulka ymsar undirvísingarhættir og undirvísingartilfar. • fyrireika og fremja eina undirvísingartilgongd og vísa samanhangin millum undirvísingartilgongdir og ásrætlan Hetta skal gerast við støði í næmingunum og í samstarv við starvslæraran. • Eftirmeting - Eftirmeta undirvísingartilgongdina.
Próvtøkuháttur
Tey lesandi skriva eina synopsu einsæris, sum er útgangsstøði fyri eina munnliga próvtøku. Synopsan skal leggja eitt ástøðiligt grundarlag fyri kjakinum í munnligu próvtøkuni, sum skal tvinnast saman við royndunum frá starvslæruni. Endurpróvtøkan verður á sama hátt.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
13-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Annika Antoniussen