7710.17 - Yvirlit og áleikandi høvuðsmál í leiðslu- og fyrisiting í dagstovnum, serstovnum og skúlum


Skeiðsnummar
7710.17
Heiti
Yvirlit og áleikandi høvuðsmál í leiðslu- og fyrisiting í dagstovnum, serstovnum og skúlum
ECTS
15
Fortreytir
At lesandi er innskrivaður á NÁD
Endamál
Í fyrsta lagi er endamálið, at hin lesandi skal duga at greiða frá og—á einum grundleggjandi støði—kritiskt viðgera innan- og uttanhýsis samanhangin, sum ein leiðsla virkar í á dagstovni, serstovni ella skúla. Í øðrum lagi er endamálið, at hin lesandi gerst varur við hvørji høvuðsmál eru áleikandi í okkara samtíð innan leiðslu- og fyrisiting í dagstovnum, serstovnum og skúlum.
Innihald
• At venja børn og ung til leiðslu • Leiðsla í dagstovnum, serstovnum og skúlum • Dagstovnurin/serstovnurin/skúlin sum organisatión • Fyrisitingarligar uppgávur í dagstovni, serstovni og skúla • Áleikandi høvuðsmál: globalisering, seinmodernitetur, nútíðargerðin av almennum tænastum og bygnaðarbroytingar
Læru- og undirvísingarhættir
Sjálvlestur, fyrilestrar, skipað bólkaorðaskiftir (sí niðanfyri), interview við dagstovnaleiðarar, serstovnaleiðarar, námsfrøðingar, skúlaleiðarar og lærarar og “lærandi leiðsla” undirvísingar-hátturin. Í “lærandi leiðslu” arbeiða tey lesandi í bólkum fýra ferðir við einari sjálvvaldari verkætlan í ein mánað í senn. Tey lesandi skiftast um at vera leiðarar í bólkunum. Ástøði um leiðslu verður roynd av í verki við hesum bólkaleiðarum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi megna at: - avgera hvørjir persónar, viðurskiftir og áleikandi høvuðsmál eru viðkomandi at hugsa um í samband við gerandishendingar, har tørvur er á leiðsluátøkum - at lýsa áleikandi høvuðsmál á námsfrøðiliga leiðslu- og fyrisitingarøkinum í samband við gerandishendingar -velja og nýta relevant leiðsluástøðir og leiðsluhugtøk til tess at viðgera gerandishendingar, har tørvur er á leiðsluátøkum -sjálvstøðugt at meta um hvørji leiðsluátøk skulu setast í verk í gerandishendingum og samstundis virða og søkja lærdóm frá øðrum – uttan tó at sleppa egið sjónarhorn -at geva kritikk, á grundleggjandi støði, til høvuðsynski hjá viðkomandi persónum, áleikandi høvuðsmál, leiðsluhugtøk og leiðsluástøðir í samband við gerandishendingar, ið hava tørv á leiðslu
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er munnlig roynd í einum skipaðum bólkaorðaskifti, har tey lesandi skulu viðgera eina givna gerandishending í einum dagstovni, serstovni ella skúla sum krevur, at leiðsluvitan verður nýtt. Fyrst skulu tey lesandi sita einsæris í tveir tímar og viðgera gerandishendingina. Síðani møtast áleið fýra lesandi í mesta lagi 30 minuttir tilsamans, har hvør einstakur lesandi ber fram teirra viðgerð av gerandishendingini. Síðani fara tey lesandi aftur einsæris í ein tíma, og hugsa um tað, ið hini hava sagt. Eftir hetta møtast tey fýra lesandi aftur, og bera fram fyri hvør øðrum, hvussu framløgan hjá hinum ávirkaði tey til at víðka egið sjónarhorn; hetta orðaskifti skal taka í mesta lagi 20 minuttir tilsamans. Til endans er eitt frítt orðaskifti í 20 minuttir. Í próvdømingini verður dentur lagdur á, at tey lesandi duga at seta orð á og lýsa teir persónar, og tey viðurskifti og áleikandi høvuðsmál, ið eru viðkomandi at taka atlit til í viðgerð av gerandishendingini. Síðani verður dentur lagdur á, at tey lesandi duga at velja og nýta relevant leiðsluástøði og leiðsluhugtøk til tess at viðgera gerandishendingina. Harafturat skulu tey lesandi seta ein ella tveir spurningar um viðurskiftir í gerandishendingini, ið tey kundu hugsa sær at fingið svar uppá; og hvussu tey vildu borið seg at í teimum ymsu svarmøguleikunum, ið eru til teirra spurningar. Í próvdømingini verður til endans dentur lagdur á, at tey lesandi vísa virðing fyri sjónarhornum hjá øðrum, og at tey opin fyri at søkja lærdóm frá sjónarhornum hjá øðrum. Øll hjálpiamboð eru loyvd, men tó er ikki loyvt at samskifta við onnur undir fyrireikingartíðini.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Jóhannes Miðskarð