7002.13 - Skapandi læra


Skeiðsnummar
7002.13
Heiti
Skapandi læra
ECTS
4,5
Endamál
Endamálið við skeiðnum er tríbýtt: (1) Tey lesandi skulu fáa greiða fatan av, hvat skapandi læra snýr seg um. (2) Tey lesandi skulu fáa innlit í ástøði, hugtøk og fyribrigdi, sum sermerkja skapandi og estetiskar lærutilgongdir. (3) Tey lesandi skulu gerast tilvitað um frálærufrøðiligar ivaspurningar, ið serliga eru tongdir at skapandi arbeiðshættum.
Innihald
Tey evni, ið verða viðgjørd, eru m.a.: Hvat er skapandi læra? Hvat er ein skapandi lærutilgongd? Hvat er estetikkur? Hvat er kreativitetur? Í verkstøðunum verður arbeitt verkligt við skapandi læru.
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið verður skipað við fyrilestrum og fyrireikandi arbeiði fyrstu vikuna Síðani verður arbeitt í verkstøðum.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi duga at - samstarva í bólki við skapandi lærutilgongd - nýta hugflog í samband við skapandi tilgongd - seta ástøði um økið í samband við verkligt arbeiði og grundgeva fyri teimum avgerðum, tey hava tikið
Próvtøkuháttur
Tey lesandi skulu vísa í verki, at tey eru før fyri at leggja til rættis eina lærutilgongd ella líknandi, sum kann nýtast í samband við skapandi læru saman við børnum Verkætlanin endar við einum framløgudegi.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Noomi Reinert í Dali