7009.13 - Lívsáskoðan og siðalæra


Skeiðsnummar
7009.13
Heiti
Lívsáskoðan og siðalæra
ECTS
7,5
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er, at lesandi skilja hvønn leiklut lívsáskoðan og siðalæra hava í teirra yrki. Bæði at tey 1) nema sær grundleggjandi vitan um týdningin av kristna siðaarvinum og modernaðum siðvenjum í føroyska samfelagnum, og tessvegna eisini í teimum skúlum og stovnum, lærara- og námsfrøðingalesandi útbúgva seg at virka í; og at 2) brúka grundleggjandi etiskar fatanir, ástøði og hugtøk í ymsum umstøðum, ið lærarar og námsfrøðingar kunnu koma út í
Innihald
• Virðisgrundarløg og endamálsorðingarnar fyri skúlar og stovnar • Grundleggjandi tættir í kristnari lívsáskoðan, s.s. Gud, alheimur og menniskja • Týðandi rák í nútíðar evropeiskum lívsáskoðanum, s.s. humanisma og eksistentialisma • Fólkaræði og almenna rúmið • Grundleggjandi etisk hugtøk • Tættir í kristnari og øðrum evropiskum siðalærum
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, bólkavegleiðingar og framløgur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi duga at - greiða frá og samanbera grundleggjandi tættir í kristnum og modernaðum siðvenjum og lívsáskoðanum (so sum alheimsfatan, menniskjafatan og søgufatan), og lýsa hvønn týdning hesi hava fyri okkara samfelag og teirra yrki - brúka etiskar siðvenjur og hugtøk í ítøkiligum støðum, ið lærarar og námsfrøðingar kunnu koma í - greina, samanbera og kritiskt viðgera etiskar tvístøður, sum natúrliga hoyra til arbeiðsøkið hjá námsfrøðingum og lærarum, har lesandi bæði taka atlit til hugmyndarlig og etisk viðurskifti
Próvtøkuháttur
Umframt smærri venjingar og uppgávur, skulu tey lesandi, í bólkum á 3-4 lesandi, hava eina munnliga framløgu við endan av skeiðinum. Framløgan og smærri uppgávurnar eru lýstar í serskiltum skjali.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Poul Fossdal Guttesen