7020.16 - Lívsáskoðan og siðalæra


Skeiðsnummar
7020.16
Heiti
Lívsáskoðan og siðalæra
ECTS
5
Fortreytir
at lesandi er innskrivaður á Námsvísindadeildina
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er, at lesandi skilja hvønn leiklut lívsáskoðan og siðalæra hava í teirra yrki, at tey 1) nema sær grundleggjandi vitan um týdningin av kristna siðaarvinum og modernaðum siðvenjum í føroyska samfelagnum, og tessvegna eisini í teimum stovnum, námsfrøðingalesandi útbúgva seg at virka í 2) skilja grundleggjandi etisk ástøði og hugtøk 3) byrja at hugleiða um teirra egna leiklut sum komandi námsfrøðingar á føroyskum dagstovnum, o. líkn
Innihald
• Virðisgrundarløg og endamálsorðingin fyri dagstovnar og dagrøkt • Lívsáskoðanir, kristin trúgv og mentanararvur • Grundleggjandi tættir í kristnari lívsáskoðan, s.s. Gud, alheimur og menniskja • Idésøguligir tættir í skiftinum til modernað vesturlendsk samfeløg • Týðandi rák í nútíðar evropeiskum siðvenjum, s.s. moderna menniskja- og samfelagsfatan, fólkaræði og mannarættindi • Grundleggjandi etiskar siðvenjur og hugtøk • Lívsáskoðanir og almenna rúmið
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, bólkaarbeiði, vegleiðingar og framløgur. GG: Á Námsvísindadeildini er møti- og luttøkuskylda. Hetta merkir, at lesandi hava skyldu at koma til fyrilestrar og aðra skipaða undirvísing og at vera virkin í bólkaarbeiði o.líkn. Lesandi kunnu ikki forsøma meir enn 20 % av undirvísingini uttan haldgóða orsøk (so sum sjúka). Lesandi, hvørs frávera er meira enn 33 %, lúka ikki uppmøtingar- og luttøkuskyldina, sjálvt um tey hava haldgóða grund fyri sína fráveru. Í hesum skeiðinum merkir tað, at umframt at vera virkin í skeiðinum, kunnu lesandi ikki forsøma meira enn tveir undirvísingardagar uttan haldgóða grund. Lesandi, ið ikki uppfylla møti- og luttøkuskylduna, mugu skriva eina avloysingaruppgávu.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi duga at - greiða frá og samanbera grundleggjandi tættir í kristnum og modernaðum siðvenjum og lívsáskoðanum (so sum alheimsfatan og menniskjafatan), og lýsa hvønn týdning hesi hava í okkara samfelag og teirra yrki - greiða frá etiskum siðvenjum og hugtøkum, og vísa hvussu hesi eru teirra komandi yrki viðkomandi - seta orð á og grundgeva fyri, hvussu tey fata sín persónliga leiklut sum komandi námsfrøðingur í ljósinum av endamálsgreinini í lógini um dagstovnar og dagrøkt
Próvtøkuháttur
Umframt smærri venjingar og uppgávur, skulu tey lesandi skriva eina uppgávu. Nærri verður greitt frá uppgávuni, tá skeiðið byrjar.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útglýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Poul Fossdal Guttesen