7031.14 - Vísindaástøði


Skeiðsnummar
7031.14
Heiti
Vísindaástøði
ECTS
5
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er, at fáa tey lesandi at nema sær grundleggjandi vitan um týdningin og nyttuna av vísindaástøði, vísindasøgu og vísindaheimspeki, umframt at fáa innlit á byrjunarstøði í vísindaligt granskingararbeiði, serliga viðvíkjandi námsvísindalig evni. Tey lesandi skulu • nema sær vitan um ástøði, hugtøk og fyribrigdi úr evropeiskari vísindasøgu og læra at skyna ímillum tær vísindaligu stevnur, ið mynda vísindaligt kjak. • læra at vera vandin, tá tey lesa, tulka og greina ástøði og hypotesur. • gerast tilvitað um, at ongin gransking kann vera fullkomiliga ”partleys”, hóast strembað verður eftir tí; og at granskingarspurningar altíð taka støði í ávísari fatan av, hvat vitan er. • skilja hvussu vísindaligar frágreiðingar – tilvitað ella ótilvitað – eru knýttar at serligum sjónarmiðum (ideologiskum) um menning, uppaling, undirvísing og læring. • venja seg til at á innihaldsríkan hátt knýta vísindaligar stevnur og vísindalig atlit til yrkisøkini hjá námsfrøðingum og lærarum.
Innihald
• Grundleggjandi allýsingar og avmarkingar – hvat er vísindaástøði? • Evropeiska vísindasøgan – frá Thales til Derrida • Vitan, prógv, sannkenning og veruleiki • Epistemologi og ontologi • Vísindaligar stevnur – positivisma, hermeneutikkur, fenomenologi, konstruktivisma, strukturalisma, osfr. • Paradigmur og paradigmuástøði • Námsvísindalig ástøði og gransking • Vísindalig háttaløg og etisk fyrilit • Logikkur, hypotesur og argumentasjón • Náttúruvísindi og hugvísindi
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið inniheldur: fyrilestrar, kjak/orðaskifti, bólkaarbeiði og framløgur. Bólkaarbeiðið umfatar bæði innanhýsis kjak um ávís viðkomandi evni og framløgur, sum limirnir í bólkunum í felag fyrireika og framføra. Ein stórur partur av skeiðnum snýr seg eyðvitað um sjálvlestur, har lesandi einsæris ella í bólkum lesa pensumtilfar og aðrar viðkomandi bókmentir.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi • hava skilt hvønn leiklut vísindaástøði hevur fyri teirra heimsfatan og mynd av arbeiðinum og gerandisdegnum hjá lærarum og pedagogum • hava nomið sær grundleggjandi vitan um tættir í vísindaligum arbeiði og forkláringum (so sum fatan av sannleika, veruleika, prógvi og áliti) og megna at leggja eitt argument ella eina hypotesu fram, sum tekur atlit til hesi viðurskifti, • hava lært at brúka ástøðilig hugtøk og vísindaligt mál sum amboð til at at lýsa, viðgera og greina etiskar og mentanarligar tvístøður í kontekstum, sum natúrliga hoyra til arbeiðsøkini hjá pedagogum og lærarum. • skilja og megna at brúka lyklahugtøk úr modernaðum vesturlendskum vísindum, so sum positivismu, relativismu, empirismu og rationalismu • Hava fingið avísar royndir í at fyrireika og gjøgnumføra smáar granskingarverkætlanir, sum kunnu brúkast sum grundarlag fyri ástøðiliga og praktiska menning á arbeiðsplássum hjá námsfrøðingum og lærarum.
Próvtøkuháttur
Próvtøkan er ein skrivlig uppgáva, sum skal loysast einsæris. Próvtøkan tekur 4 tímar og fer fram í hølum á Námsvísindadeildini. Øll hjálparamboð eru loyd. Tey lesandi fáa 3 próvtøkuorðingar at velja í. Tey skulu einans svara einari av hesum orðingum. Tey lesandi skulu í skrivligu uppgávuni vísa at tey a. duga at brúka pensumtilfarið á sjálvstøðugan og sannførandi hátt b. duga at skriva ein samanhangandi tekst á einum máli, sum prógvar analytisk og logisk hugsanarevni. Eisini verður hugt at setningsuppbygnaði, málburði og stavseting. c. megna at knýta ástøðilig og praktisk (dømi) viðurskifti saman. d. Duga at gera ein keldulista sambært APA-standardinum.
Próvdøming
Innanhýsis
Ábyrgd
Jóhannes Miðskarð