7032.20 - Undirvísing og læring IV - Kanningarhættir og vísindaástøði


Skeiðsnummar
7032.20
Heiti
Undirvísing og læring IV - Kanningarhættir og vísindaástøði
ECTS
5
Fortreytir
At lesandi hevur staðið Undirvísing og læring I, II og III
Endamál
Endamálið við hesum skeiði er, at lesandi nema sær 1) grundleggjandi førleikar í ymsum vanligum kanningarhættum á námsfrøðiliga og didaktiska økinum og 2) kunnleika um vísindaástøðiligar stevnur, ið liggja handan hesar hættir og ávirka teir.
Innihald
• Grundleggjandi hugtøk í vísindaligum kanningarhættum og vísindaástøði • Spurnablaðskanningar • Viðtal • Eygleiðingar • Positivisma • Tulkingarfrøði og fyribrigdarfrøði • Konstruktivisma
Læru- og undirvísingarhættir
Skeiðið inniheldur: lestur, fyrilestrar, kjak/orðaskifti, bólkaarbeiði, smærri uppgávur, og bólkaframløgur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skulu tey lesandi duga at • greiða frá grundleggjandi hugtøkum í vísindaligum kanningarhættum og vísindaástøði • greiða frá og samanbera ymsar kanningarhættir • greiða frá og samanbera vísindaligar stevnur • leggja eina kanningarætlan á námsfrøðiliga og didaktisku økinum til rættis
Próvtøkuháttur
Virkin luttøka. Fyri at standa skeiðið skulu lesandi vera virkin í bólkaarbeiði og handa inn smærri uppgávur gjøgnum alt skeiðið.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Høvuðs skeiðsbók: Antin Lærerens undersøgelsesmetoder eftir L. Aagerup og K. Willaa (Hans Reitzels Forlag, 2016) ella Pædagogens undersøgelsesmetoder eftir L. Aagerup (Hans Reitzels Forlag, 2015).. København: Hans Reitzels Forlag. Lestrarlisti við øðrum kravdum tekstum verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan.
Ábyrgd
Poul Fossdal Guttesen