7070.19 - Vistfrøðikritikkur og vistfrøðiskaldskapur & Bókmentasøga 1


Skeiðsnummar
7070.19
Heiti
Vistfrøðikritikkur og vistfrøðiskaldskapur & Bókmentasøga 1
ECTS
10
Fortreytir
Grund í føroyskum eftir skipanini frá 2016
Endamál
Málið er at lýsa føroyskan skaldskap úr einum vistfrøðiligum sjónarhorni, og at kunna seta føroyskar bókmentir og bókmentasøgu inn í norðurlendsk og evropeisk rák. Málið hesum skeiðnum í føroyskari bókmentasøgu er at lýsa tíðina til áleið 1980. Tey lesandi skulu fáa kunnleika til bókmentaeyðkenni frá ymsum tíðarskeiðum og fáa førleika at meta um bókmentir úr bókmentasøguligum sjónarhorni í fortíð og nútíð. Tey lesandi skulu saman við hesi vitan ogna sær amboð og gerast tilvitað/ur um, hvussu bókmentasøga kann miðlast til dagsins næmingar.
Innihald
Skeiðið er ein gjøgnumgongd av føroyskum skaldskapi úr einum vistfrøðiligum, bókmentafrøðiligum og lærugreinarfrálærufrøðiligum sjónarhorni. Bókmentir, sum lýsa náttúruna sum umhvørvi, vistfrøði, hugaheimur og íblástarkelda, verða lisnar. Tann lesandi skal gerast tilvitað/ur um, at ymiskir tekstir krevja ymiskar lesihættir, og tey skulu ogna sær evnini at meta um, hvørja tekstmóttøku ávísir tekstir kunnu fáa hjá næmingunum og at leggja undirvísingina til rættis við tí í huga. Tann lesandi skal kunna við støði í bókmentafakligum krøvum og í lærugreinafrálærufrøðini greina og tulka tekstir úr vistfrøðiligum, darwinistiskum og reseptións¬krit¬iskum sjónarhornum og seta hann í ein tíðar- og ráksamanhang. Náttúra og søgan á staðnum verða tvinnað saman við fakligum túri til Sands. Skeiðið er ein gjøgnumgongd av tekstum/bókmentum, mentanareyðkennum frá ymsum tíðarskeiðum av føroyskari bókmentasøgu. Føroysk bókmentasøga verður sett í ein norðurlendskan og evropeiskan samtekst, har bókmentasøgulig rák verða borin saman. Bókmentasøgudidaktikkur, móðurmálsdidaktikkur og føroysk skúlasøga í norðurlendskum/evropeiskum samanhangi er somuleiðis partur av skeiðinum. Partur á skeiðinum verður eisini vikuskeið á Voksenåsen í Oslo, har tey lesandi fáa breitt innlit í norskan skaldskap, film, list, mál og bókmentir úr bókmentasøguligum, føroyskfakligum, lærufrøðiligum og vistfrøðiligum sjónarhornum.
Læru- og undirvísingarhættir
Skift verður millum fyrilestrarlíknandi dialogiska frálæru, bólkaarbeiði, útferðir og studentaframløgur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi verða førur fyri at lesa tekstir og føroyskviðkomandi tilfar og evnir úr einum vistfrøðiligum sjónarhorni. Tann lesandi skal í bókmentaligum teksti duga at vísa á hvørji tíðar-, tema- og stíleyðkenni síggjast aftur og hvussu náttúra og umhvørvi verða lýst í ymsum tíðum og úr ymsum sjónarhornum. Frálærufrøðiliga skal tann lesandi ogna sær førleika at lýsa ymiskar læringarhættir og vísa á, hvørjir undirvísingarhættir og læringarmøguleikar eru møguligir í tekstunum. Tann lesandi skal duga við støði í vistfrøðiligum sjónarhorni at byggja brýr millum føroyskt og aðrar viðkomandi lærugreinar og duga at vísa á, greiða frá, meta um og leggja til rættis frálærutilfar og frálærugongdir í tvørgreinaligum bókmenta- og tekstlestri við støði í vistfrøðiligari bókmentaástøði. Tann lesandi skal eisini duga at meta um á hvørjum økjum tvørgreinaligt samstarv er gjørligt við støði í valda tilfarinum og hvørji háttaløg, og hvørjir eftirmetingarhættir eru egnaðir/ikki egnaðir til valda frálærutilfarið og undirvísingargongd. Hin lesandi skal duga at kenna og lýsa tíðar- og stíleyðkenni í rákum og tekstsløgum og kunna bera hesi eyðkenni saman við onnur norðurlendsk og evropeisk rák og tíðarskeið í bókmentasøguni. Eisini skal hon/hann duga at meta um bókmentasøguligu eyðkennini og dygdina í tekstum og duga at velja út til undirvísing viðkomandi tilfar og hvørji háttaløg og hvørjir eftirmetingarhættir eru egnaðir ella ikki egnaðir til valda frálærutilfarið og undirvísingargongd. Tann lesandi skal kunna við støði í bókmentasøguni greina og tulka tekstir og seta hann í ein tíðar- og ráksamanhang.
Próvtøkuháttur
Akademisk skrivlig uppgáva. Uppgávan skal vera í samsvari við akademisk háttaløg og skal viðgera tekst úr vistfrøðiligum og bókmentasøguligum samanhangi og sjónarhorni. Undirvísarin skal góðtaka uppgávuorðingina. Uppgávan skal vera í minsta lagi 12000 tekn og í mesta lagi 19200 tekn við millumrúmi (+/- 10%). Verður skrivað í bólki skulu leggjast 50 % afturat fyri hvønn luttakara. Bólkarnir kunnu í mesta lagi hava tríggjar luttakarar.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Marnersdóttir, Malan & Sigurðardóttir, Turið, 2011: Føroysk bókmentasøga 1. Tórshavn: Nám Marnersdóttir, Malan & Sigurðardóttir, Turið, 2019: https://kvf.fo/sending/ur-bokmentasogu-okkara?sid=95102 https://kvf.fo/sending/ur-bokmentasogu-okkara?sid=95020 https://kvf.fo/sending/ur-bokmentasogu-okkara?sid=95210 Norsk bókmentasøga: https://snl.no/Norges_litteraturhistorie Ólavsstovu, Vár í, 2015: Norskar bókmentir 1814. Í: Frøði. Líð, Regin í: Bábelstornið. Útg. 1909 https://www.youtube.com/watch?v=hz5PrYyE8iU https://www.youtube.com/watch?v=cN_phN15ru4 https://www.youtube.com/watch?v=7Zk3ffOFZdc Ólavsstovu, Vár í, 2000: Føroyskar bókmentir. Í: Føroyar. The New Millennium Series 2000. Ólavsstovu, Vár í, 2010: Mellem tradition og modernitet, kap. 4-8. Det Humanistiske fakulitet. Institut for Filosofi, Pædagogik og Religionsstudier. Hiltner, Ken (ritstj.), 2015: Ecocriticism. The essential reader. Routledge. Klein, Noami, 2012: This changes everything. Simon&Schuster. Marnersdóttir, Malan (ritstj.), 2019: Orð, mynd og veruleiki. Setursrit 10, Fróðskapur. Yvirlit yvir aðrar tekstir knýttir at bókmentasøguni verða útflýggjaðir við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Vár í Ólavsstovu