7072.19 - Fjølsamansettir tekstir og miðlar & Bókmentasøga 2


Skeiðsnummar
7072.19
Heiti
Fjølsamansettir tekstir og miðlar & Bókmentasøga 2
ECTS
10
Fortreytir
Grund í føroyskum eftir skipanini frá 2016
Endamál
Málið við skeiðinum er At lýsa fjølsamansettar tekstir. Multimodalitetur, tekstbornir, luftbornir og talgildar miðlar verða partur av grundarlagnum. Ymsir yrkistekstir, myndir, herundir myndlist, og lýsingar verða eisini partur av skeiðinum. Í bókmentasøgu at lýsa tíðina frá áleið 1910 til okkara tíð. Tey lesandi skulu fáa kunnleika til bókmentaeyðkenni frá ymsum tíðarskeiðum og fáa førleika at meta um bókmentir úr bókmentasøguligum sjónarhorni í fortíð og nútíð. Tey lesandi skulu fáa innlit í, hvussu altjóðagjørdi heimurin háttar sær í mun til tíð, stað og samleika. Tey lesandi skulu megna at viðgera tað altjóðagjørda og heimliga við støði í bókmentum á staðnum. Tey lesandi skulu saman við hesi vitan ogna sær amboð og gerast tilvitað/ur um, hvussu bókmentasøga kann miðlast til dagsins næmingar.
Innihald
Skeiðið er ein gjøgnumgongd av ymsum tekstum í fatanini av víðkaða teksthugtakinum Talgildir, visuellir, auditativir og prenttekstir verða gjøgnumgingnir. Falstíðindi og keldurkritikkur verður viðgjørdur við støði í løttu atgongdini til upplýsingar á talgildum miðlum. Í bókmentasøgu er skeiðið ein gjøgnumgongd av tekstum/bókmentum, mentanareyðkennum frá ymsum tíðarskeiðum av føroyskari bókmentasøgu. Føroysk bókmentasøga verður sett í ein norðurlendskan og evropeiskan samtekst, har bókmentasøgulig rák verða borin saman. Bókmentasøgudidaktikkur, móðurmálsdidaktikkur og føroysk skúlasøga í norðurlendskum/evropeiskum samanhangi er somuleiðis partur av skeiðinum.
Læru- og undirvísingarhættir
Skift verður millum fyrilestrarlíknandi dialogiska frálæru, bólkaarbeiði og studentaframløgur.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi verða førur fyri at lesa viðgera og arbeiða við fjølsamansettum tekstum. Tann lesandi skal kunna skyna á ymsum modalitetum og gera greiðu á, hvørji rák, tíðar- og stíleyðkenni og sjangru tekstirnir/miðilin umboðar. Tann lesandi skal gerast tilvitaður um, hvussu fjølsamansettir tekstir kunnu brúkast í undirvísing og ogna sær amboð til at kunnu undirvísa næmingunum í at framseta fjølsamansettar tekstir. Tann lesandi skal duga at kenna og lýsa tíðar- og stíleyðkenni í rákum og tekstsløgum og kunna bera hesi eyðkenni saman við onnur rák og tíðarskeið í bókmentasøguni. Eisini skal hon/hann duga at meta um bókmentasøguligu eyðkennini og dygdina í tekstum og duga at velja út til undirvísing viðkomandi tilfar og hvørji háttaløg og hvørjir eftirmetingarhættir eru egnaðir ella ikki egnaðir til valda frálærutilfarið og undirvísingargongd. Tann lesandi skal megna at knýta heimlig og altjóða rák og bókmentasøgu at samleika næmingsins. Tann lesandi skal kunna við støði í bókmentasøguni viðgera tekstir og seta hann í ein tíðar- og ráksamanhang.
Próvtøkuháttur
Skrivlig próvtøka í 6 tímar.
Próvdøming
Uttanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
MEGINKELDUR OG TEKSTIR Høgenni, Andrias (2018) "Ikki illa meint" (stuttfilmur) Ibsen, Henrik (1879) Et Dukkehjem. https://www.ibsen.uio.no/ Jacobsen, Jørgen Frantz(2017(1939) Barbara. Gyldendal. (s. 215-222) Jógvansdóttir, Anna Malan (2019) Skuldsett (e-bók) Eksil. Mortansdóttir, Linda: Til Lindu - Føroya fyrsti útvarpsbiografur. Kringvarp Føroya(60 min) http://www.radioatlas.org/to-linda/ Malmros, Niels (1997) Barbara. Nordisk Film (Endin) Mortansdóttur, Linda(2019): Prinsessan í Nólsoy. (Ljóðvallaraferð) (https://drive.google.com/drive/folders/1eO8uWhpu1KruIwnOI2oHdX1xSlDpT1V2?usp=sharing Nolsøe, Katarina(2019) Leitanin eftir at vera. Sprotin Norden i Skolen: https://nordeniskolen.org/da/sprog-kultur/7-10-klasse/undervisningstemaer/skam/skam-2-et-dukkehjem/ Skarði, Bergjót av (2015) Kongadóttirin í Nólsoy. (kvæði) http://www.tokumlatt.fo/sites/default/files/Kongadottirin-i-Nolsoy.doc UNGU FØROYAR(1908): Kongsdótturin í Nólsoy (søgn) (2 ns) VINALIGA BD. 1 Brævaskiftið millum William Heinesen og Jørgen-Frantz Jacobsen 1920-1938. Sprotin. Lagt til rættis: Jógvan Isaksen og Jonhard Mikkelsen: - Inngangur (s.9-25) - Brævaskiftið (s.25-48) ÁSTØÐI OG YRKISTEKSTIR Asmussen, Jørgen(2011) Digitalt Dansk. Mediedidaktik 2.0 Kap 5: “Multimodal oplevelse og erfaringsdannelse”. (s. 109-115) HALLÓ! Brot úr einum fjarskiftandi alheimi (2006) Føroya Tele: - Grein 5: Jógvan í Lon Jacobsen: @t screeva solais hair- um málið í netkjaki og sms’um (s. 54-69) - Grein 6: Rógvi Thomsen: “Skúli og tykisheimur á felags slóð - um fólkaskúlan og fjarskiftismøguleikarnar” (s. 70-91) Hutcheon, Linda (2006) A Theory of Adaptation. London, New York, Routledge: - Kap 3: “Who? Why?” s.79-95 - kap 5: “Where? When?” s. 141-153 Kress, Gunther (2010) Multimodality. A Social Semiotic Approach to Contemporary Communication. London, New York, Routledge. Kap 1: “Where meaning is the issue” ( s. 1-17) Leeuwen, Theo Van (2005) Introducing Social Semiotics. Routlegde. Taylor & Francis Group. Milton Park. Kap 1: Semiotic principles (s.1-25) Løvland, Anne (2010) Multimodalitet og multimodale tekster. Tidskriftet: Viden om læsning (1-5) Thurah, Thomas (2010) Tekstanalyse og litterær metode. Hans Reitzels forlag. Kap 4: Synsvinkler og fremstillingsformer s. 50-66 META: Med Anders Guldberg og Søren Hugger møller (META er en utraditionel podcast, der kigger fremad og sætter nutiden i kontekst) Afsnit #30: Folkeskolen lytter /m. Mikkel Aslak: https://podcasts.apple.com/dk/podcast/30-folkeskolen-lytter-m-mikkel-aslak/id1278191332?i=1000422392082&l=da&mt=2 (39 min) "Tann valdsmikla tøknin" - føroysk sending á KVF: https://kvf.fo/dokumentarurin?sid=101579 BÓKMENTASØGA: Penne, Silvi, 2001: Norsk som identitetsfag – norsklæreren i det moderne. Oslo: Universitetsforlaget. Ólavsstovu, Vár í, 2000: Føroyskar bókmentir. Úr: Føroyar. The New Millennium Series 2000. Thomas Illum Hansen, 2011: Kognitiv litteraturdidaktik. Dansklærerforeningens forlag.
Ábyrgd
Vár í Ólavsstovu