7074.19 - Almenn mállæra og starvsvenjing


Skeiðsnummar
7074.19
Heiti
Almenn mállæra og starvsvenjing
ECTS
10
Endamál
Skeiðið byggir víðari á skeiðið Almenn mállæra, bendingarlæra og setningafrøði, nýnorskt og íslendskt og verður brúkt í starvlæruhøpi. Málið við starvsvenjingini er at royna undirvísing í skrivliga kjarnuøkinum í føroysklærugreinini. Tann lesandi skal bæði leggja til rættis samansettar og fjølbroyttar skrivitilgongdir og ogna sær førleikar at eftirmeta skrivligu avrik næminganna.
Innihald
Skeiðið er ein gjøgnumgongd av ymsu tættunum í mállæru og málkunnleika. Harumframt fevnir fakliga fyrireikingin til starvsvenjingina um viðkomandi faklæruføðiligt ástøði og tilrættalegging av ítøkiligari undirvísing í skrivliga kjarnuøkinum. Miðað verður eftir, at tann lesandi leggur til rættis undirvísing, har ymiskar skrivitilgongdir og skrivligar framleiðslur av ymsum tekstasløgum og ymsir eftirmetingar og leiðbeiningarhættir verða brúktar. Tann lesandi skal føra logbók og eygleiða undirvísing hann ella hon hevur verið við til at leggja til rættis.
Læru- og undirvísingarhættir
Ástøðiligar framløgur, fyrilestrar og samstarvandi (collaborativ) bólkaarbeiði
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal hin lesandi hava ognað sær kunnleika til at vísa á, greiða frá, meta um og leggja til rættis frálæru og frálærutilfar í almennari mállæru, men eisini meira almennar skriviførleikar. Í starvsvenjingini skal hin lesandi vísa, at hon ella hann megnar • at miðla sína fakligu vitan • at brúka faklig amboð saman við næmingunum • at brúka ymsar arbeiðshættir • at leggja undirvísingina á eitt hóskandi torleikastig • megnar at brúka ymsar rættleiðingar- og eftirmetingarhættir
Próvtøkuháttur
Innlating av logbók og munnlig framløga, sum bæði skal innihalda fakliga og praktiska ástøðiliga viðgerð og hugleiðing
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Buch, Bettina, 2018: Teoretisk sprogmodel til analyse af multimodalitet http://laeremiddel.dk/viden-og-vaerktoejer/til-praktikere/multimodalitet/multimodale-tekster-i-erhvervsuddannelserne/teoretisk-sprogmodel-til-analyse-af-multimodalitet/
Ábyrgd
Vár í Ólavsstovu