7090.20 - Samansparing & lán, eftirmeting og starvslæra


Skeiðsnummar
7090.20
Heiti
Samansparing & lán, eftirmeting og starvslæra
ECTS
10
Fortreytir
Lesandi hevur staðið skeið 1 og skeið 2 á støddfrøði linju.
Endamál
Endamálið við skeiðinum er at fyrireika tey lesandi at undirvísa í støddfrøði upp til 10. floksstig. Málið við starvslæruni er at royna undirvísing og at leggja til rættis samansettar og fjølbroyttar undirvísingargongdir.
Innihald
Samansparing & lán • Framskriving, nominel og effektiv renta • Annuitetssamansparing • Seriulán og annuitetslán Eftirmeting • Summativ og formativ eftirmeting • Gera skrivligar royndir og fyrireika næmingar til próvtøku Starvslæra • Eygleiða og eftirmeta støddfrøðiundirvísing • Fyrireika undirvísingargongdir og tilfar • Grundgeva fyri og meta um undirvísing, bæði úr fakligum, fakdidaktiskum og almenn didaktiskum sjónarmiðum Alment • Avmarkingar og møguleikar í fakligum og fakdidaktiskum samanhangum • Ymsir arbeiðis- og hugsunarhættir, við denti á kreativar eksperimenterandi tilgongdir • Næmingalagað undirvísing og ymiskar undirvísingargongdir • Viðkomandi undirvísingartilfar • KT í støddfrøðiligum høpi
Læru- og undirvísingarhættir
Bólkaarbeiði, floksarbeiði, fyrilestur, undirvísingarvenjing, framløgur og kjak.
Læruúrtøka
Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi megna at: • Fyrireika og fremja motiverandi og hugkveikjandi undirvísing í støddfrøði eftir galdandi námsætlan • Fyrireika undirvísingargongdir, umframt at meta um og eftirmeta tær • Greina og eyðmerkja grundleggjandi faklig og fakdidaktisk viðurskifti • Virka og grundgeva matematiskt innan vald evni, herundir brúka, velja og umseta millum ymsar umboðsformar • Meta um møguleikar og avmarkingar í sambandi við nýtslu av einum breiðum úrvali av hjálparamboðum, herundir KT Í starvslæruni skal tann lesandi vísa, at hon ella hann megnar at: • Miðla sína fakligu vitan • Brúka faklig amboð saman við næmingunum • Brúka ymsar arbeiðshættir • Leggja undirvísingina á eitt hóskandi torleikastig • Brúka ymsar rættleiðingar- og eftirmetingarhættir
Próvtøkuháttur
Innlating av logbók og munnlig framløga, sum bæði skal innihalda fakliga og praktiska ástøðiliga viðgerð og hugleiðing.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Beck H.J. et al (2012): Matematik for lærere, Grundbog 3, Kultur, kundskab og kompetence, Gyldendal. Beck H.J. et al (2009): Matematik for lærere, Grundbog 1B, Kultur, kundskab og kompetence, Gyldendalske boghandel, Nordisk forlag. Blomhøj, M. (2016): Fagdidaktik i matematik, Frydenlund. Pind, P. (2014): Matematik for alle – Håndbog i matematikundervisning, 1. Udg, 4. Opl., Forlaget Pind og Bjerre. Harumframt supplerandi tilfar.
Ábyrgd
Rúna Hilduberg