7104.13 - Grundskeið í føroyskum


Skeiðsnummar
7104.13
Heiti
Grundskeið í føroyskum
ECTS
9
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á Námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu • fáa gott innlit í føroyskar stavsetingarreglur • duga at stava síni skrivligu avrik rætt • duga at skyna á føroyskum og donskum málburði og víðka føroyska orðafeingið • verða tilvitað um kravdan málsligan neyvleika í akademiskari skriving • fáa kunnleika til ávegisskriving sum háttalag og námsfrøðiligu møguleikarnar, hetta háttalag hýsir.
Innihald
Føroyskar stavsetingarreglur. Tekstir við blandaðum donskum og føroyskum orðingum og orðalagi. Høvuðsarbeiðshættirnir í ávegisskriving, grundaðir á bókarøðina Kom og skriva (SBG)
Læru- og undirvísingarhættir
Grundskeið í stavsetingarreglum verður skipað sum framløgur við verkevnum. Verkevnini verða loyst í bólkum. Hvør bólkur hevur sín lærara. Tekstir verða viðgjørdir í bólkum við tí í hyggju tilvitandi at sálda millum danskar og føroyskar orðingar og orðalag. Eftir tað heldur skeiðið fram sum dropafrálæra grundað á tekstir, ið verða rættaðir málsliga á allan hugsandi hátt – bæði viðv. stavseting, orðafeingi og orðalagi. Undirvísingin fer fyri ein part fram á netinum, og inn ímillum hittast lesandi og lærarar at skifta orð um mál og málslig fyribrigdi, ið hava verið fyri í verkevnunum. Tátturin við ávegisskriving er skipaður soleiðis: • Tey lesandi royna snarskriving sum skrivihátt • Arbeitt verður við týdninginum, sum sansirnir hava fyri skrivliga avrikið • Arbeitt verður ítøkiliga við skrivistigunum í ávegisskrivingini. Tey lesandi fáa høvi at arbeiða við allari skrivitilgongdini, t.e. fyrireiking, skriving og eftirmeting • Tey lesandi venja seg at meta egið avrik og avrikið hjá øðrum
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er av, skal tann lesandi duga at: • brúka allar vanligar stavsetingarreglur í verki, m.a. við at rætta næmingaavrik og grunda rættingarnar • greiða frá og skifta orð um málmunir og stílmunir í føroyskum. • viðgera hvussu viðbrekið málið er og miðvíst røkta tað. • brúka ymsar arbeiðshættir, ið fær næmingar í gongd við at skriva. Bæði teir, ið eru stinnir í tí, og teir veiku, ið hava ilt við at skriva.
Próvtøkuháttur
Tátturin við ávegisskriving krevur einans virkna luttøku. Fyri hinar tættirnar verður innanhýsis 4-tíma próvtøka hildin, tá ið skeiðið er av. Uppgávurnar fevna um allan tann málsliga setningin, tey lesandi hava arbeitt við alt skeiðið
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrsrlisti verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Jonhard Finnleif Mikkelsen