7114.14 - Grundskeið í føroyskum


Skeiðsnummar
7114.14
Heiti
Grundskeið í føroyskum
ECTS
10
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at tey lesandi skulu • fáa gott innlit í føroyskar stavsetingarreglur • duga at stava síni skrivligu avrik rætt • duga at skyna á føroyskum og donskum málburði og víðka føroyska orðafeingið • verða tilvitað um kravdan málsligan neyvleika í akademiskari skriving • fáa kunnleika til ávegisskriving og onnur skrivlig háttaløg og námsfrøðiligu møguleikarnar, háttaløgini hýsa.
Innihald
Føroyskar stavsetingarreglur. Tekstir við blandaðum donskum og føroyskum orðingum og orðalagi. Høvuðsarbeiðshættirnir í nýggjari námsfrøði brúkt í sambandi við skriving
Læru- og undirvísingarhættir
Grundskeið í stavsetingarreglum og málbót verður skipað sum framløgur við verkevnum. Verkevnini verða loyst í bólkum. Hvør bólkur hevur sín lærara. Tekstir verða viðgjørdir í bólkum við tí í hyggju tilvitandi at sálda ímillum danskar og føroyskar orðingar og orðalag. Síðan verður farið undir skrivliga arbeiðið, sum umframt fyrilestrar og viðgerð av ástøðiligum tilfari verður grundað á næmingaavrik, sum verða greinað.
Læruúrtøka
Tá ið skeiðið er av, skal tann lesandi duga at: • brúka allar vanligar stavsetingarreglur í verki, m.a. við at rætta næmingaavrik og grunda rættingarnar • greiða frá og skifta orð um málmunir og stílmunir í føroyskum. • viðgera, hvussu viðbrekið málið er og miðvíst røkta tað. • brúka ymsar arbeiðshættir, ið fær næmingar í gongd við at skriva. Bæði teir, ið eru stinnir í tí, og teir veiku, ið hava ilt við at skriva. • brúka amboðini, ið eyðkenna ymsu tekstasløgini
Próvtøkuháttur
Lesandi fara til 4-tíma skrivliga roynd í stavsetingarreglum og málbót fyri heyststeðgin. Grundskeiðið endar við 6-tíma skrivligari próvtøku í skriviførleika fyri jól. Treytin fyri at fara til endaligu próvtøkuna er, at skeiðið í stavsetingarreglum og málbót er staðið.
Próvdøming
Innanhýsis
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Jonhard Finnleif Mikkelsen