7116.15 - Grundskeið í føroyskum, lærarar


Skeiðsnummar
7116.15
Heiti
Grundskeið í føroyskum, lærarar
ECTS
10
Fortreytir
Tann lesandi er innskrivaður á Námsvísindadeildini
Endamál
Málið við skeiðinum er býtt í fýra: 1. Samleiki: tann lesandi skal fáa innlit í føroysklærugreinina sum samleikalærugrein, tann samleikamenning, sum liggur í, at tú við kjarnuførleikunum í føroysklærugreinini og føroyskum sum undirvísingarmáli og amboð í øllum lærugreinum fær sett orð á teg sjálva/n sum einstakling, sum part av sosialum felagsskapi, føroying og altjóðaborgara 2. Mentan: tann lesandi skal ogna sær kunnleika um, at mentanin er við til at skapa einstaklingin sum persón í sosialum felagsskapi 3. Vitan: tann lesandi gerst tilvitaður um, at lesi-, skrivi- og samskiftishegnið í føroyskum er grundarlag undir allari vitanartilognan 4. Samskifti: tann lesandi skal munnliga og skrivliga kunna samskifta fakliga, í læringarstøðum og sum einstaklingur í øllum samskiftisstøðum
Innihald
Skeiðið skal geva tí lesandi innlit í søguna hjá føroysklærugreinini og føroyska málinum sum heild. Tann lesandi skal læra at skriva tekst, har hann bæði er tilvitaður um tekstaslag, staklutir í teksti og móttakara. Somuleiðis skal hann/hon læra at bera tekst fram munnliga og verður tilvitað/ur, hvat skapar ta góðu samrøðuna og ta góðu frásøguna. Skeiðið skal eisini leggja grundarlag undir akademiskari skriving.
Læru- og undirvísingarhættir
Skift verður millum fyrilestrarlíknandi dialogiska frálæru, skrivligar venjingar, bæði í bólki og einsæris og studentaframløgur.
Læruúrtøka
Tann lesandi skal verða førur fyri at orðseta tey amboð og teir førleikar, sum næmingar skulu ogna sær í føroyskum sum amboðslærugrein og samskiftismiðil í fólkaskúlanum. Tann lesandi skal verða førur fyri, bæði skrivliga og munnliga at samskifta í øllum sjangrum og gerast tilvitaður um, hvat listfrøði, mál og mentan hava fyri samleikamenning einstaklingsins.
Próvtøkuháttur
Skeiðið endar við skrivligari próvtøku, 5 tímar, í tilfarinum, ið er nýtt og uppgivið á bókmentalistanum. Tann lesandi vísir sín ástøðiliga kunnleika innan ymisku fakøkini, ið skeiðið hevur fevnt um. Ásetti próvdagurin er mánadagur, 30. oktober, kl 09-14. Próvdømingin er innanhýsis, og póvtal verður givið. Ein ávegis roynd verður í rættskriving og teknseting.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lesandi fáa lestrarlistan, tá ið skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Lydia Didriksen