7120.14 - Námsfrøði, lærarar


Skeiðsnummar
7120.14
Heiti
Námsfrøði, lærarar
ECTS
12
Endamál
Lesandi fáa innlit í námsfrøðilig evni so sum uppaling og læring, dannilsi og sosialisering í samfelagsligum høpi og skulu læra at skilja, hvønn leiklut lívsáskoðan og siðalæra hava í teirra yrki. Tey skulu nema sær grundleggjandi vitan um týdningin av kristna siðaarvinum og modernaðum siðvenjum í føroyska samfelagnum, og læra seg at brúka grundleggjandi etiskar fatanir, ástøði og hugtøk í ymsum umstøðum, ið lærarar kunnu koma út í. Undirvísingin í námsfrøði skal síggjast sum sjálvstøðugur og tó samfastur partur av undirvísingini í námsfrøðiligari sálarfrøði og almennari didaktikk
Innihald
Skeiðið er skipað í 11 høvuðspartar. Hvør partur hevur sítt egna evnisinnihald. Partarnir byggja á hvønn annan, og teir verða leinkjaðir sum frá líður. Partarnir eru hesir: o Námsfrøði um fakøki og vísindagrein o Nakrar námsfrøðiligar stevnur o Sosialisering og uppaling o Grundleggjandi etisk hugtøk o Alheimsfatan og menniskjafatan o Dannilsishugtakið sum stevnumið fyri uppaling og undirvísing o Læraraleiklutir o Kristnar og modernaðar siðalærur o Samfelag, trúgv og ateisma o Siðalæra og myndan á skúlum
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, cooperativar undirvísingartilgongdir, kjakbólkar, sjálvstøðugar arbeiðsuppgávur, størri og smærri skrivivenjingar og einstaklings- og bólkaframløgur, ið verða skipaðar eftir ymiskum leisti. Lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at: • seta orð á, hvat eyðkennir námsfrøði sum vísindagrein, og hvat eyðkennir tey háttaløg, ið eru miðdepils í námsfrøðiligum arbeiði • greina hvussu mentanarligt, málsligt og sosialt bakstøði ávirkar læringina hjá børnum. • geva eina breiða lýsing av, hvussu hugtøkini sosialisering, dannilsi og uppaling verða allýst og avmarkað • greiða frá og samanbera grundleggjandi tættir í kristnum og modernaðum siðvenjum og lívsáskoðanum (so sum alheimsfatan, menniskjafatan og søgufatan), og lýsa hvønn týdning hesi hava fyri okkara samfelag og teirra yrki • brúka etiskar siðvenjur og hugtøk í ítøkiligum støðum, ið lærarar kunnu koma í • greina, samanbera og kritiskt viðgera etiskar tvístøður, sum natúrliga hoyra til arbeiðsøkið hjá lærarum, har lesandi bæði taka atlit til hugmyndarlig og etisk viðurskifti
Próvtøkuháttur
Skeiðið í námsfrøði endar við einari framløgu, har lesandi leggja fram úrslitið av einum bólkaarbeiði, sum tey hava arbeitt við gjøgnum alt skeiðið.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Ábyrgd
Janus Jensen