7130.14 - Námsfrøðilig sálarfrøði, lærarar


Skeiðsnummar
7130.14
Heiti
Námsfrøðilig sálarfrøði, lærarar
ECTS
13,5
Fortreytir
Treytin fyri at taka skeiðið er, at tann lesandi er innskrivað/ur til lestur á námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at lesandi nema sær grundleggjandi vitan um ávikavist námsfrøðiliga sálarfrøði og barna- og ungdómsmentan. Hesi bæði fakøkini skulu síggjast bæði sum sjálvstøðugur partar, men eisini sum ein tvørfaklig eind, sum kann lýsast útfrá ymiskum sjónarhornum, eitt nú sálarfrøði, samfelagsfrøði, fólkalívsfrøði og mentanarfrøði. Tey lesandi fara at hugsavna seg um partar av sálarfrøðiligum vísindum, ið eru serliga viðkomandi fyri lærarar, ið arbeiða innan føroyska fólkaskúlan. Holl vitan um hvat eyðkennir barnsins natúrligu menning, og hvussu ein kann stimbra barnið í síni heild, skal styðja og vegleiða tí einstaka lesandi, tá ið hesin í framtíðini skal leggja til rættis, fremja í verki, eftirmeta og skjalfesta námsfrøðiligt arbeiði. Eisini fara tey lesandi at hugsavna seg um: ymiskar áskoðanir av børnum og barndómi og hvussu barndómurin eru broyttur gjøgnum tíðina, barna- og ungdómsmentanir í nútíðarsamfelagnum, barnsins- og ungdómsins egnu sjónarhorn, barna-og ungdómsgransking, og hvussu lívið hjá ungdóminum verður ávirkað av samfelagsligum og mentanarligum rákum.
Innihald
• Námsfrøðilig sálarfrøði sum fakøki og vísindi • Menning sum hugtak og fyribrigdi • Kognitión og læring • Viðurkennandi relatiónir – sjálvsmenning og persónsmenskumenning • Fólkaskúlin sum serligur menningarkontekstur/diskursur • Barndómur og ungdómur í søguligum, mentanarligum og námsfrøðiligum ljósi • Hugtakið barnamentan • Børn og spæl • Spæl, læring og menning • Sjónarmiðini hjá børnum og ungum • Hugtakið ungdómur • Almennar fyriskipanir fyri børn og ung • Grundleggjandi menningarsálarfrøði og útbúgvingarsosiologi við serligum atlit til læring • Ástøði um sjálvsfatan, sjálvsmenning og intelligens • Læringsstílar og ymiskar læringstilgongdir • Næmingar við serligum tørvi og undirvísingardifferentiering
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, kjak, arbeiðsbólkar, portfolio, einstaklinga- og bólkaframløgur. Lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at: • Seta orð á, hvat eyðkennir námsfrøðiliga sálarfrøði sum vísindagrein, og hvat eyðkennir tey háttaløg, ið eru miðdepils í námsfrøðiligum arbeiði • Geva eina breiða lýsing av, hvussu hugtøkini sosialisering, dannilsi og uppaling verða allýst og avmarkað • Greiða frá ymiskum áskoðanum av børnum og barndómi. • Lýsa og meta um hugtakið barnamentan, og hugtøk sum eru knýtt at barnsins egnu mentan. • Lýsa og meta um mentanir hjá børnum og ungum í dag, og hvussu hesar mentanir verður ávirkað av samfelagsligum og mentanarligum rákum, og hvørja ávirkan hetta hevur á lærumøguleikar. • Lýsa og meta um nakrar almennar fyriskipanir fyri børn og ung, sum eru galdandi í føroyska samfelagnum. Og duga at meta um, hvønn leiklut lærarar hava í hesum høpi. • Lýsa, greiða frá og kritisk meta um ymisku stevnurnar innan sálarfrøðina og teirra frágreiðingarmegi í mun til menning og læring (behavioristiska læringsfatan, humanistiska læringsfatan, kognitiva læringsfatan, socialkonstruktivistiska læringsfatan) • Greiða frá og kjakast um ymiskar læringsstílar og tilgongdir • Lýsa, greiða og greina ástøði um differentieraða undirvísing og inklusjón
Próvtøkuháttur
Eftirmetingin sum er tvíbýtt, verður skipað sum ein portfoliopróvtøka við støði í refleksiónsviðgerðum: 1) Eina ferð um vikuna skulu tey lesandi í bólki á fýra, við støði í kjaki og refleksión, skrivliga viðgera tey evni, sum hava verið á skránni í vikuni. Skrivligu refleksiónsviðgerðirnar skulu eina ferð um vikuna leggjast út í portfolioskjáttuna á First Class. 2) Skeiðið endar við munnligari bólkaframløgu, har hvør bólkur, við støði í tveimum útvaldum evnum frá refleksiónsviðgerðunum, gera eina framløguskrá, sum er grundarlag undir munnligu próvtøkuni. Harumframt skulu tey lesandi undir próvtøkuni rokna við at skulu svara spurningum, sum snúgva seg um onnur týðandi hugtøk og evni, sum tey hava verið ígjøgnum í skeiðnum. Nærri kunning um portfolio sum lærutilgongd og refleksiónsviðgerð í øðrum skjali. Tey, ið ikki standa próvtøkuna, verða kunnaði um, nær møguleiki verður at fara til endurpróvtøku. Hetta er bæði galdandi fyri eftirmetingarhátt 1 og 2. Hóast próvtøkan fer fram í bólki, verður sjálv próvdømingin individuel.
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
P-talsstigin
Lestrarlisti
Tey lesandi fáa lestrarlistan tá ið skeiðið byrjar.
Ábyrgd
Paulina Marjun Poulsen