7130.15 - Námsfrøðilig sálarfrøði, lærarar


Skeiðsnummar
7130.15
Heiti
Námsfrøðilig sálarfrøði, lærarar
ECTS
13,5
Fortreytir
Tann lesandi er innskrivaður til læraralestur á Námsvísindadeildini
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at lesandi nema sær grundleggjandi vitan um ávikavist námsfrøðiliga sálarfrøði og barna- og ungdómsmentan. Hesi bæði fakøkini skulu síggjast bæði sum sjálvstøðugur partar, men eisini sum ein tvørfaklig eind, sum kann lýsast útfrá ymiskum sjónarhornum, eitt nú sálarfrøði, samfelagsfrøði, fólkalívsfrøði og mentanarfrøði. Tey lesandi fara at hugsavna seg um partar av sálarfrøðiligum vísindum, ið eru serliga viðkomandi fyri lærarar, ið arbeiða innan føroyska fólkaskúlan. Holl vitan um hvat eyðkennir barnsins natúrligu menning, og hvussu ein kann stimbra barnið í síni heild, skal styðja og vegleiða tí einstaka lesandi, tá ið hesin í framtíðini skal leggja til rættis, fremja í verki, eftirmeta og skjalfesta námsfrøðiligt arbeiði. Eisini fara tey lesandi at hugsavna seg um: ymiskar áskoðanir av børnum og barndómi og hvussu barndómurin eru broyttur gjøgnum tíðina, barna- og ungdómsmentanir í nútíðarsamfelagnum, barnsins- og ungdómsins egnu sjónarhorn, barna-og ungdómsgransking, og hvussu lívið hjá ungdóminum verður ávirkað av samfelagsligum og mentanarligum rákum.
Innihald
•Námsfrøðilig sálarfrøði sum fakøki og vísindi •Menning sum hugtak og fyribrigdi •Persónsmenning •Kognitión og læring •Málmenning •Fyrsta lestrar- og skriftarmenningin/mentanin •Viðurkennandi relatiónir – sjálvsmenning og persónsmenskumenning •Fólkaskúlin sum serligur menningarkontekstur/diskursur •Barndómur og ungdómur í søguligum, mentanarligum og námsfrøðiligum ljósi •Hugtakið barnamentan •Børn og spæl •Spæl, læring og menning •Sjónarmiðini hjá børnum og ungum •Hugtakið ungdómur •Almennar fyriskipanir fyri børn og ung •Grundleggjandi menningarsálarfrøði við serligum atlit til læring •Ástøði um sjálvsfatan, sjálvsmenning og intelligens •Læringsstílar og ymiskar læringstilgongdir •Næmingar við serligum avbjóðingum og næmingalagað undirvísing
Læru- og undirvísingarhættir
Fyrilestrar, kjak, arbeiðsbólkar & einstaklinga- og bólkaframløgur. Lesandi hava møtiskyldu. Um so er, at ein lesandi misrøkir møtiskylduna uttan haldgóða grund, kann lærarin sýta honum at fara til próvtøku.
Læruúrtøka
Við skeiðslok skal tann lesandi megna at: •Seta orð á, hvat eyðkennir námsfrøðiliga sálarfrøði sum vísindagrein, og hvat eyðkennir tey háttaløg, ið eru í námsfrøðiligum arbeiði. •Geva eina breiða lýsing av, hvussu hugtøkini menning, læring, sosialisering, dannilsi og uppaling verða allýst og avmarkað. •Greiða frá ymiskum áskoðanum av børnum og barndómi. •Lýsa og meta um hugtakið barnamentan og hugtøk sum eru knýtt at barnsins egnu mentan. •Lýsa og meta um mentanir hjá børnum og ungum í dag, og hvussu hesar mentanir verða ávirkaðar av samfelagsligum og mentanarligum rákum, og hvørja ávirkan hetta hevur á lærumøguleikar. •Lýsa og meta um nakrar almennar fyriskipanir fyri børn og ung, sum eru galdandi í føroyska samfelagnum. Og duga at meta um, hvønn leiklut lærarar hava í hesum høpi. •Lýsa, greiða frá og kritisk meta um ymisku stevnurnar innan sálarfrøðina og teirra frágreiðingarmegi í mun til menning og læring •Lýsa og greiða frá um málmenning •Lýsa og greiða frá um fyrstu lestrar- og skriftarmenningina/mentanina og námsfrøðiliga/undirvísingarfrøðiliga arbeiðnum hesum viðvíkjandi •Greiða frá og kjakast um ymiskar læringsstílar og tilgongdir •Lýsa, greiða og greina ástøði um motivatión, næmingalagaða undirvísing og undirvísing, ið rúmar øllum næmingum
Próvtøkuháttur
Eftirmetingin verður synopsis við munnligari framløgu og próvtøku Próvtøkuhátturin verður útgreinaður í serligum skjali
Próvdøming
Innanhýsis
Próvtalsstigi
7-talsstigin
Lestrarlisti
Lestrarlistin verður útflýggjaður við skeiðsbyrjan
Ábyrgd
Karolina Matras